32
Nýggja Testamenti
Í Nýggja Testamenti er tann nýggi sáttmálin, ið Gud ger við menniskju.
Tann gamli sáttmálin er tann sáttmáli, sum Guð gjørdi við menniskjuni, tá
hann gav Mósesi lógina á Sinaifjalli. Har verður sagt, at menniskju skulu halda
boð Guds til tess at liva.
5. Mós 30,15-16
Tann nýggi sáttmálin er tann sáttmáli, sum Gud gav menniskjum, tá hann
ofraði son sín, Jesus, til tess, at vit skulu liva. Við at trúgva hesum fáa menniskju
ævigt lív.
Joh 3,16
Fremst í Nýggja Testamenti eru fýra evangelii. Orðið “evangelium” merkir
gleðiboðskapur. Í evangeliunum lesa vit um Jesu lív, hvat hann segði og gjørdi,
og um hvørjar hendingar honum vóru fyri, um líðing hansara, deyða og
uppreisn. Evangeliini hava navn eftir, hvør ið hildin verður at hava skrivað tey.
Um ár 200 e.Kr. varð avgjørt, hvørjar bøkur, ið komu við í Nýggja Testamenti.
Tær 27 bøkurnar í Nýggja Testamenti eru:
4 evangeliir, Ápostlasøgan, 13 brøv eftir Paulus, 8 onnur brøv og Jóhannesar
opinbering.
Evangeliini
Matteusevangeliið
Matteus ápostul, tollarin Levi, hevur helst ikki skrivað alt Matteusar evangeliið
sjálvur. Helst er tað onkur, ið kendi Markusar evangeliið, sum hevur skrivað
ein part. Eisini hevur hesin kent partar av Jesu mongum talum, sum Matteus
hevði skrivað niður. Matteusar evangeliið er helst skrivað við tí fyri eyga at vísa
“jødakristnum”, at Jesus var tann frelsari, sum lovaður var teimum. Vit lesa t.d.
í Matt 1,22-23:
Men hetta hendi alt samalt, fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var
av Harranum við profetinum, ið sigur: “Sí moyggin skal verða við barn og eiga son,
og á navni skulu tey nevna hann Immanuel; tað merkir: “Guð við okkum.”
Markusevangeliið
Hitt elsta av evangeliunum er tað, ið Markus sigst hava skrivað. Hann fylgdist
við Pæturi ápostli á mongu ferðum hansara og hevur helst skrivað tað niður,
ið Pætur segði fólki frá um Jesus.
Lukasevangeliið
Lukas var lækni. Hann fylgdist við Paulusi ápostli. Lukas hevur helst kent fleiri
av evangeliunum, áðrenn hann skrivaði sítt egna. Kanska serliga Markusar
evangeliið. Hetta síggja vit av tí, hann skrivar í Luk 1,1-4, har hann tekur
soleiðis til:
Av teirri grund at mangir hava tikið sær fyri at seta saman eina frásøgn
um tær hendingar, sum hava tilborist hjá okkum, soleiðis sum teir, sum í fyrstuni
vóru eygnavitni og síðani gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum, so havi eg