Kristni 7 - Lærarabók - page 39

39
UPPSKOT
Samandráttur
• Tanak er Bíblian hjá jødum
• Jødar trúgva á ein Gud og tilbiðja hann
• Dávids sálmar eru sálmabókin hjá jødum
• Sýnagogan er gudshúsið hjá jødum
• Mósebøkurnar eru savnaðar í Toraini
Spurningar
1. Nær er sabbatin?
2. Hvat er Kosher?
3. Hvat er Bar Mitzva og Bat Mitzva?
4. Hvat er Chanukah?
5. Hvat er Purim?
6. Hvar er Vesturmúrurin ella Grátimúrurin?
Uppgávur
1. Greið frá sáttmálanum ímillum Gud og jødiska
fólkið.
2. Greið frá muninum ímillum ortodoksar og
reformertar jødar.
3. Samanber tínar siðir við teir hjá jødum.
Hvussu arbeiðast kann við 4. kapitli:
• Arbeiða við myndum og faktaboksum
• Arbeiða tvørfakliga við føroyskum og søgu.
Evnið kann vera ”Anna Frank”, Krabbabók, ella
”Jødatýningin”, Krabbabók
Næmingarnir finna tilfar til uppgávurnar á
bókasavninum ella á internetinum:
• Kanna gjøllari høgtíðirnar hjá jødum
• Hvussu verða høgtíðirnar fyriskipaðar heima og í
sýnagoguni?
• Arbeiða tvørfakliga í heimkunnleika og kristni
at fyriskipa eina páskamáltíð við bæði mati og
tekstlesnaði
• Baka “Hamans lummar”, tríhyrntar køkur við
hunangi, fruktum og birkis
• Baka Chanuka pannukøkur við rivnum eplum og
leyki. Afturvið súreplasós og súrrómi
• Lýsa gerandisdagin í einum ortodoksum heimi
• Lýsa sabbatina í einum ortodoksum heimi
• Gera “ranglur/skrallur”. Meðan teksturin um
Mordokai verður lisin, verða “ranglurnar/
skrallurnar” nýttar
• Greiða frá við myndum ella tekningum og teksti,
hvussu templið, ið Sálomon læt byggja, sá út.
• Geva eina lýsing av gudstænastuni í templinum
Kapittul 4
Jødadómur
1...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...120
Powered by FlippingBook