Kristni 7 - Lærarabók - page 48

48
Teir høvdu tað ikki altíð so lætt, tí mong góvu teimum skyldina fyri Jesu
deyða, og vórðu teir tí ofta forfylgdir.
Jødar hava fyri tað mesta livað sum minnilutar. Har jødar hava búsett seg, hava
teir ikki virkað sum trúboðarar, men hava havt sín átrúnað og sína mentan fyri
seg sjálvar. Hóast tað hava teir verið fyri mongum atsóknum. Í Bíbliuni hoyra
vit ofta um, at jødar vórðu riknir burtur og máttu búseta seg aðrastaðni.
Í miðøld, tá ið kristindómurin vann fram í Evropa, vóru jødar illa sæddir. Teir
høvdu eina øðrvísi trúgv og livdu avbyrgdir. Í 1492 róku spaniólar 200.000
jødar av landinum. Ein annar háttur, ið nýttur var at royna at beina fyri
teimum, var at noyða teir at lata seg doypa. Annars vórðu teir dripnir.
Fyrst í 1500-talinum komu serstøk jødaøki ella ghettoir, har teir vóru noyddir
at vera uttan at hava somu rættindi sum onnur. Teir fingu ikki høvi at útbúgva
seg ella at arbeiða, sum teir vildu. Tí settu fleiri jødar ymisk handilsvirki á
stovn.
Upplýsingartíðin
Í sokallaðu upplýsingartíðini í 1700-talinum komu nógvar ábreiðslur um
ta ómenniskjaligu viðferð, ið jødar fingu. Ein teirra, ið valdi at gera nakað
við hetta, var eysturríkski keisarin Josef ll (1780-1790). Eitt nú læt hann
kunngera, at jødar nú høvdu loyvi at búseta seg uttan fyri ghettoirnar.
Franska kollveltingin í 1789 gjørdi eisini sítt til, at jødar fingu munandi betri
rættindi og umstøður. Teir fingu trúarfrælsi og loyvi at nýta Gamla Testamenti
sum grundarlag undir trúgv síni. Hetta tollyndi breiddi seg síðani til onnur
lond í Evropa.
Eisini jødar sjálvir arbeiddu við tonkum um, hvussu teir best kundu laga seg
eftir umstøðunum. Týski jødin Moses Mendelssohn (1729-1786) hevði ein
avgerandi leiklut í hesum arbeiði. Endamálið var ikki bara at fáa jødar at laga
seg eftir teimum umstøðum, teir livdu í, men eisini at vísa, at jødadómurin
ikki var ein tilafturskomin átrúnaður, men í samsvari við grundreglurnar í
upplýsingartíðini um ta fríu hugsanina. Hetta var ein høvuðsmunur á jødadómi
og kristindómi, ið hevði trúarjáttanina.
Sionisma
Longu í 1800-talinum vóru aftur stórir trupulleikar. Jødar vórðu ikki javnsettir
við onnur í samfelagnum, sjálvt um teir royndu at laga seg eftir teimum
umstøðum, teir livdu undir. Serliga var hetta galdandi í Russlandi, har jødar
vóru fyri álvarsligum ágangi.
Hetta gjørdi sítt til, at longsulin eftir einum jødiskum heimlandi kyknaði teirra
millum. Av hesum spretti ein politisk rørsla. Sionisman, ið er uppkallað eftir
fjallinum Sion, arbeiddi fyri at seta á stovn ein jødiskan stat, ið skuldi staðfesta
politisku, mentanarligu og trúarligu sjálvstøðu jødanna.
1...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...120
Powered by FlippingBook