53
Kap. 5 - Sálmar - Mikkjal á Ryggi
Mikkjal á Ryggi
Sálmaskaldskapur Mikkjals á Ryggi er sera týdningarmikil í føroysku fólka
kirkjuni. Í føroyskum sanglívi eru sangir hansara somuleiðis ein dýrgripur.
Eitt sermerki við sálmum Mikkjals er, at teir eru livandi, lættir og ljósir. Tað,
Mikkjal yrkir um, er vanliga gerandislívið, sum er samantvinnað við gudsótta.
Hann yrkir eisini um alheimin og skapanarverk Guds, eins og hann yrkir um
sína persónligu gudstrúgv og fasta álit á Guds umsorgan fyri honum og øllum
skaptum. Týðiligt er eisini, at Mikkjal sær Gud sum altvaldandi, og at hann er
við okkum í øllum og allar staðir.
Mikkjal á Ryggi var sera góður við móðurmálið og legði seg eftir at yrkja til
føroyingar á føroyskum og um føroysk viðurskifti. Hetta var í eini tíð, har
danskt mál var samskiftismálið í øllum týðandi viðurskiftum, sum í skúla, í
kirkju og í embætisverkinum. Sálmar Mikkjals vórðu yrktir til løg, sum vóru
kend frammanundan.
Jákup Reinert Hansen, prestur, tekur í Mikkjalsbók fram brot úr einum
brævaskifti millum Robert Joensen og Mikkjal á Ryggi. Brævið er bæði um
fólkalívsfrøði, rættskriving og sálmar. Robert Joensen hevði róst Mikkjali
sum skald. Til tað svaraði Mikkjal, at Robert helst ikki hevur sipað til sálma
skaldskap sín, tí sum Mikkjal sigur:
Mínir sálmar verða ikki livandi nógv manna
minni, men vænti eg tó, teir kunnu gera gagn, inntil vit fáa nøkur rættiliga góð
sálmaskald.
Tíðin hevur prógvað annað. Enn syngja vit sálmar Mikkjals á Ryggi við góðum
huga, og enn eru teir livandi, hóast nógv av tí, Mikkjal yrkir um gerandislívið,
er ein farin tíð. Sambandið millum gerandislívið, sum tað sær út nú á døgum,
og gudstrúgv okkara, er enn líka viðkomandi at umrøða og granska.
Tá Mikkjal á Ryggi var um 50 ára aldur, giftist hann við Jacobinu, sum var úr
Tøðuni í Gásadali. Tað var húsið, sum Mikkjal búði í, ta tíð hann var lærari
har.
Tá Mikkjal skuldi fara frá við eftirløn, gjørdist hann sjúkur av tuberklum og
varð verandi á bróstsjúkrahúsinum í Hoydølum í 11 ár. Hóast hann gekk uppi
og eisini kundi ganga úti, so mátti hetta vera so, til tess at hann ikki skuldi
smitta onnur. Hann doyði í 1956.