57
Kap. 6 - Kristindómur
Kristindómur
Kristindómurin hevur sínar røtur í Gamla Testamenti, og byggir á, at Gud
hevur skapað heimin, og alt í honum er. Menniskjað er eisini skapað í Guds
mynd og er ogn hansara. Men fyri at bjarga menniskjum úr synd og deyða,
sendi Gud son sín, Jesus. Hann varð føddur í Betlehem, men vaks upp í
Nasaret.
Navnið kristindómur kemur av Jesusi úr Nasaret, ið eisini varð nevndur Kristus
av grikska orðinum Khristós, ella Messias av hebraiska orðinum Masjiakh, ið
merkir tann salvaði. Vanligt var at salva tann, ið valdur varð til kong.
Um 30 ára aldur fór Jesus at prædika, og alt Jesu lív og læra snúði seg um,
hvussu ein av røttum fylgdi Gudi. Mong vóru tey, ið tóku við læru hansara
og fylgdu honum eftir. Men høvuðsprestarnir og aðrir høgtstandandi leiðarar
millum jødarnar løgdu hann undir at spotta Gud og at villleiða fólkið.
Hann varð dømdur sekur og krossfestur, men triðja dagin reis hann upp úr
grøv. Á henda hátt vísti Jesus, at hann kundi vinna á deyðanum. Deyðan halda
menniskju ofta vera ringasta fígginda, men menniskju halda samstundis, at
tey, ið trúgva á Jesus, vinna á deyðanum og fáa ævigt lív.
Sambært kristnari trúgv mátti Jesus doyggja, fyri at tað aftur kundi koma góð
viðurskifti ímillum Gud og menniskju. Jesus hevði einki skeivt gjørt, men tók
alt tað ónda, menniskju høvdu gjørt, á seg.
Í fyrstuni vóru tað næstan bert tey, sum kendu Jesus, høvdu fylgst við honum
og sæð alt, ið fyrifarist hevði, sum trúðu.
At byrja við var kristindómurin ein avleggur av jødadóminum, men longu í 1.
øld e.Kr. gjørdist kristindómurin sjálvstøðugur átrúnaður. Tað gekk ikki long
tíð, fyrr enn Jesu læra var borin um alt rómverska ríkið, og í árinum 313 varð
kristindómurin alment góðkendur.
Eftir Jesu deyða varð læra hansara skrivað niður. Tað verður nevnt “Nýggja
Testamenti”. Kristin trúgva á ein Gud, og at Jesus er sonur hansara, at hann
reis upp frá deyðum, og at tey, sum trúgva á hann, fáa ævigt lív.
Kristindómurin boðar, at Gud virkar við faðirinum, soninum og við heilagum
anda, tann sonevnda tríeindin. Heilagi andin kom yvir Jesu lærusveinar og gav
teimum kraft at fara út at boða gleðiboðini um hann. Á hvítusunnu siga vit, at
kristna kirkjan ella samkoman varð sett á stovn.
Kristindómurin boðar eisini, at Jesus skal koma aftur at døma livandi og
deyð. Menniskju skulu tá standa til svars fyri tí, tey hava gjørt ella kanska
ikki hava gjørt. Men við deyða sínum á krossinum tók Jesus allar syndir á seg.
Hjá menniskjum er bert at siga takk og ígjøgnum hann fáa allar syndir sínar
fyrigivnar. Tó er ikki líkamikið, hvussu ein ber seg at í lívinum. Jesus segði:
Ver móti øðrum, sum tú vilt hava tey at vera ímóti tær.
Um vit bera okkum skeivt
at, hava vit eina samvitsku at leiðbeina okkum.