Kristni 7 - Lærarabók - page 62

62
Men sum vit kennast betur, veksur felags rúmið. Vit fáa meira at vita við tíðini
og kunnu sjálv gera okkum eina meting av, hvussu persónurin er, og hvussu
hann ber seg at. Tó verða tað altíð rúm, sum vit hava fyri okkum sjálv. Øll hava
ein krók innaní, sum vit ikki lata upp, antin av teirri orsøk, at vit halda hann
ikki vera so áhugaverdan fyri onnur, ella av tí, at vit sjálv hava áhuga í, at hesin
krókur bert er okkara egni.
Eitt sindur um nøvn
Eitt tað fyrsta, sum eyðkennir okkum sum einstaklingar, er navnið. Summi
verða navngivin, tá tey verða fødd, onnur tá tey verða doypt. Nú í tíðini hava
summi foreldur valt navnið, áðrenn tey vita, hvat kyn barnið er. Tey siga sum
so: Verður tað ein genta, skal hon eita so, og verður tað ein drongur, skal hann
eita so.
Vit fáa okkara navn, tað vil siga onkur gevur okkum tað. Navnalógin skal virka
til, at skil er í tí, vit kalla okkara børn. Til er ein fólkanavnalisti, sum eisini
greinar týdningin av nøvnunum.
Navnið spillir ongan, sigur eitt orðatak.
Felags rúm
Har báðir partar
síggja og skilja hvønn annan, tí báðir
partar vita, hvat teir tosa um.
Eg
sært tú ikki
síggi eg ikki
Tá eg hitti teg…
1...,52,53,54,55,56,57,58,59,60,61 63,64,65,66,67,68,69,70,71,72,...120
Powered by FlippingBook