Kristni 7 - Lærarabók - page 71

71
Kap. 9 - Kristna kirkjan fer um lond
Kristna kirkjan fer um lond
Um ár 400 var alt rómverska ríkið frá Norðurafrika til Onglands vorðið kristið.
Kristindómurin hevði um ár 800 breitt seg til Týsklands, Fraklands og Italia.
Hetta var ríkið hjá Karl Mikla keisara. Hann hevði syrgt fyri, at alt ríkið varð
kristnað. Hann ætlaði sær longur norðureftir, men hetta varð av ongum tá.
Næstu 100 árini vórðu Norðurlond, Póland, Kekkia og Ungarn kristnað. Øll
hesi lond høvdu Róm sum kirkjuligt høvuðssæti.
Eystaneftir frá Grikkalandi breiddi kristindómurin seg eisini um hesa tíðina
gjøgnum Baltalondini til Russlands. Hesi londini høvdu Konstantinopel sum
kirkjuligt høvuðssæti.
Sum tað sæst í grundbókini, so viknaði sambandið millum hesar kristnu
stevnur, til tað at enda slitnaði í árinum 1054.
Tá kirkjan gjørdist ríkiskirkja, hevði hon møguleika at fáa størri vald og
ríkidømi, og tað var ikki væl dámt av øllum. Serliga munkarnir gjørdu vart við
sína ónøgd. Upprunaliga stavar munkaskipanin frá Egyptalandi. Har var ein
ríkur, ungur maður farin at búgva í einingi í oyðimørk langt burtur frá fólki.
Hetta skuldi hann hava gjørt av, tá hann ein dagin sá ein biskup fara gjøgnum
býin í fínum, dýrum klæðum. Tá runnu honum orð Jesu í huga:
Sel alt, tú
eigur, og gev teimum fátæku.
Hann so gjørdi og fór í eining. Aðrir gjørdu sum
hann. Teir vildu koma burtur frá øllum tí, sum kundi órógva sinnið, so teir
gloymdu Gud.
Ein einbúgvi æt Pakum. Fólk komu út til hansara at hoyra hann greiða frá og
læra. Tey bygdu sær smáttur har í nánd, sum Pakum búði. Pakum læt ein múr
gera runt um økið, so allar smátturnar vóru innan fyri girðingina. Tað varð
byrjanin til kleysturskipanina.
Kleystur merkir inngirðing, og munkur merkir einsamallur. Hesi smáu sam-
feløg ótu saman og høvdu gudstænastur saman. Meðan einbúgvarnir hildu seg
heilt fyri seg sjálvar, fóru munkarnir at gera ymiskt handverk og dyrka jørðina
í felag og at hjálpa fátækum og sjúkum. Sum tíðin leið, skipaðu munkarnir seg
og fingu sær felags reglur. Teir skuldu verða leiðara sínum, abbatanum, lýdnir
í øllum, liva ógiftir og í fátækradømi. Tá kvinnur eisini løgdust til, fingu tær
sínar egnu smáttur og vórðu kallaðar nunnur.
Í grundbókini hava vit ikki gjørt nakað serligt burtur úr munkum og nunnum.
Tó er greitt, at tey hava sín stóra leiklut í útbreiðsluni av kristnu trúnni. Við
sínum virksemi og kærleika til trúnna, hava tey virkað í tí stilla og verið ein
kraftmiðdepil, bæði tá tað kemur til átrúnað og ikki minst sosialt virksemi.
Krossfarar og pílagrímar hava eisini havt stóran týdning at halda sambandið
millum kristnu londini við líka og at halda fremmandum átrúnaði burtur.
Í miðøld var væl umtókt at fara pílagrímsferðir til heilagar býir. Jerúsalem
og Róm vóru sjálvsagdir. Jesus leið og doyði í Jerúsalem, og Pætur ápostul
1...,61,62,63,64,65,66,67,68,69,70 72,73,74,75,76,77,78,79,80,81,...120
Powered by FlippingBook