Kristni 7 - Lærarabók - page 77

77
Kap. 10 - Dagar og messur
Rómverski álmanakkin
Rómverski álmanakkin er tann fyrsti álmanakkin, sum hevur verið brúktur í
Evropa. Romulus kom við honum í 754 f.Kr. Árið byrjaði við mars mánaði,
uppkallaður eftir rómverska gudinum Mars. Rómverski álmanakkin hevði 10
mánaðir, sum til samans høvdu 304 dagar. Hetta samsvaraði ikki við sólárið,
sum er 365 dagar, 5 tímar, 48 minuttir og 45,9754 sekund. Fyri at rætta upp á
hetta gjørdi Numilus Pompilius, kongur, av í árinum 450 f.Kr, at tveir mánaðir
skuldu leggjast afturat, Januarius og Februarius. Nú var árið 355 dagar og
byrjaði stytsta dag, sum er annaðhvørt 21. ella 22. desember. Tá hetta heldur
ikki passaði heilt við sólárið, komu aðrir dagar afturat so við og við og gjørdu
tíðarfestingina sera fløkjaliga.
Julianski álmanakkin
Henda fløkja førdi til, at Julius Cæsar keisari í árinum 47 f.Kr. kom við tí
julianska álmanakkanum. Hesin álmanakki varð grundaður á, at sólárið var
365 ¼ dag til longdar. Fyri at fáa alt at ganga upp varð gjørt av, at trý ár á rað
skuldu hava 365 dagar, og tað fjórða skuldi hava 366 dagar og vera skotár.
Til tess at rætta gamlar skeivleikar mátti ár 46 f.Kr. hava 455 dagar. Av allari tí
fløkju, sum tá stóðst, varð árið rópt fløkjuárið. Tað var ikki fyrr enn í árinum
8 e.Kr., at tann julianski álmanakkin endaliga var góðtikin sum tann galdandi
álmanakkin. Hann hevði 12 mánaðir, fýra árstíðir, vikur við sjey døgum og
1. januar sum nýggjársdag. Tó varð funnið fram til og viðtikið í 325, at enn
var ein skeivleiki í mun til sólárið. Hesin skeivleiki var vorðin til ein dag eftir
128,5347 árum.
Gregorianski álmanakkin
Tá Gregorius tann trettandi var pávi í Róm, var skeivleikin millum sólárið og
álmanakkan vorðin so stórur, at okkurt mátti gerast. Loysnin varð, at eftir
4. oktober 1582 skuldi koma 15. oktober 1582. Tað hevur havt við sær, at
onkur misti føðingardag sín, og at tað ikki so væl ber til at tíðarfesta onkrar
hendingar. Øll lond rættaðu seg ikki eftir hesum álmanakka í senn, tað hevur
gjørt tað sera fløkjaligt neyvt at tíðarfesta ymiskar hendingar í Europa. Serliga
í miðøld er hetta trupult. Heili ár kunnu vera á muni. Hesa tíðina byrja summi
lond árið í mars og onnur í januar.
Eftir tí gregorianska álmanakkanum skuldu øll ár, har talið 4 gongur uppí,
vera skotár ella leypár, sum tað eisini eitur, og tey hundrað-árini, sum 400
gongur uppí. Ikki hini. Tað vil siga, at ár 1900 var ikki skotár, men ár 2000
var skotár, eins og ár 1600 eisini var skotár. Sjálvt við hesum passar ikki heilt
við sólárið, tí eftir 3000 árum er skeivleikin aftur eitt samdøgur. Hvussu tað
verður loyst, veit eingin í dag at siga.
Russland og Grikkaland tóku ongantíð við tí gregorianska álmanakkanum og
nýta enn tann julianska álmanakkan. Tað ger, at tey eru einar tólv dagar aftan
fyri okkara álmanakka.
1...,67,68,69,70,71,72,73,74,75,76 78,79,80,81,82,83,84,85,86,87,...120
Powered by FlippingBook