Kristni 7 - Lærarabók - page 83

83
UPPSKOT
Greiningarfrymil
Sálmar kunnu viðgerast á henda hátt:
1. Les sálmin væl.
2. Hvør hevur yrkt og/ella týtt?
3. Hvat er lagið til sálmin?
4. Kennir tú annað lag til sálmin?
5. Eru torfør orð, so kanna, hvat tey merkja.
6. Nýtir sálmaskaldið rím?
7. Nýtir sálmaskaldið myndatalu?
8. Er innihaldið úr Bíbliuni, gerandisdegnum,
andaliga lívinum e.ø.?
9. Er sálmurin yrktur til serstakt høvi, hátíð, árstíð,
morgun, kvøld e.a.?
10. Kann sálmurin býtast í partar?
11. Greið í stuttum frá innihaldinum.
12. Hvat ørindi dámar tær best og hví?
13. Hevur sálmurin ávísan boðskap?
14. Kennir tú annan sálm við sama innihaldi?
Spurningar
1. Fulla navn Brorsons, føðiár og deyðaár.
2. Hví fór Brorson at lesa til prest?
3. Hvat eyðkennir pietismuna?
4. Hví fór Brorson at yrkja sálmar?
5. Hvar var Brorson biskupur?
6. Greina sálmarnar eftir greiningarfrymlinum.
Hvussu arbeiðast kann við 12. kapitli:
• Tosa um týdningin at syngja saman
• Tosa um ymisku sløgini av sangi, bæði eldri,
yngri og nútíðar sangi
• Arbeiðast kann eisini við útlendskum kristnum
tónleiki og sangi
• Næmingar kunnu sjálvir yrkja, gera løg og
framføra eitt nú til morgunsang ella foreldrafund
Víst verður til ”Sálmar til fólkaskúlan,
framhaldsdeild” eftir Oliviu W. Hansen
Kapittul 12
Sálmar
eftir Brorson
1...,73,74,75,76,77,78,79,80,81,82 84,85,86,87,88,89,90,91,92,93,...120
Powered by FlippingBook