Kristni 7 - Lærarabók - page 87

87
UPPSKOT
Samandráttur
• Muhammed varð føddur í 570
• Muhammed stovnaði Islam í 610
• Koranin er heilaga bókin hjá Islam
• Mekka er heilagi býur Islams
• Tað er bert ein gud, Allah, og Muhammed er
profetur hansara
• Islam byggir á 5 súlur. Koranin, bønirnar, føstan,
olmussan og pílagrímsferðin/irnar
• Siðir og skikkir eru týdningarmiklir í lívsins stóru
løtum, føðing, hjúnabandi og deyða
Spurningar
1. Hví gjørdist Muhammed so hugtikin av
kristindóminum?
2. Hvussu gjørdist Muhammed profetur?
3. Hvaðan stavar Koranin?
4. Hvat er ein muslimur?
5. Hvør munur er millum Sunnimuslimar og
Shia­muslimar?
6. Les úr 1. Mós kap. 16 og 21 og sig frá Hágar og
Ísmael
7. Hvat hugtekur teg, tá talan er um lívsins stóru
løtur hjá muslimum?
Hvussu arbeiðast kann við 13. kapitli:
• Til ber at samanlíkna islam við jødadóm og
kristindóm:
• um átrúnaðin
• heilagu skriftirnar
• praksis
• samkomuhús
• lívshátíðir
• útbreiðsla
• Tosa um islam í fjølmiðlunum í dag
Gabriel sýndi seg fyri Muhammed á einum
oydnum stað. Av øllum einglum í Bíbliuni eru
tveir nevndir við navni, Mikael og Gabriel.
• Lesa:
• Dán 8,6
• Dán 9,21
• Luk 1,9
• Luk 1,6
• Hvørjar vóru uppgávur Gabriels í hesum brotum?
• Lesa bókina “Hond Fatimu“
• Hvat fært tú at vita um islam í “Hond Fatimu?“
• Tekna prýðilig skap av hondum
Kapittul 13
Islam og
Muhammed
1...,77,78,79,80,81,82,83,84,85,86 88,89,90,91,92,93,94,95,96,97,...120
Powered by FlippingBook