Kristni 7 - Lærarabók - page 93

93
Kap. 13 - Islam og Muhammed
Sambært Koranini bygdu Ábraham og Ísmael Kabaina, og steinar frá tíð
Ádams, fyrsta menniskja á jørðini, skuldu vera millum tilfarið. Tað vísir, at
tøtt bond eru millum islam, jødadóm og kristindóm.
Kabain, sum nú stendur, er ein terningskapaður bygningur úr høgdum gróti.
Hann er umleið trettan metrar langur, ellivu metrar breiður og sekstan metrar
høgur. Í horninum móti eystri er tann tiltikni svarti steinurin, sum nú á døgum
er slitin blankur, av tí at pílagrímar nerta við hann og kyssa hann.
Innan er Kabain so at siga tóm. Tó eru tríggjar træsúlur, sum bera takið, og
nakrar lampur. Siðvenja er, at Kabain meginpartin av árinum er ballað inn í
eitt teppi av brokadu við koraninnskriftum. Hetta teppið verður endurnýggjað
til hvørja pílagrímshátíð. Tað gamla teppið verður skorið í bitar og selt
pílagrímum sum minnislut ella sum verndargrip, amulet.
Tær fimm súlurnar
Muslimar leggja stóran dent á at vera reinir og klárir til bøn, føstu og hinar
”súlurnar”. Alt tað, vit menniskju vanliga gera, eisini kynsliga, dálkar okkum, og
reinsan má til. Teir skulu serliga vaska sær um andlitið, hendurnar og føturnar.
Í Koranini stendur nágreiniliga, hvussu hetta skal gerast. Fráhald er eisini ein
máti at halda seg reinan. Muslimar skulu ikki drekka alkohol ella eta ávís djór,
eitt nú svín, og tey djór, sum loyvt er at eta, skulu avlívast á serligan hátt, halal.
Bøn
Um bønina er at siga, at sambært islam skal biðjast fimm ferðir hvønn dag,
men hildið verður, at bøn, sum verður biðin í felagsskapi við onnur, munar
betur. Tí er fríggjadagsbønin í moskuni týdningarmikil. Um ein muslimur
fer til bøn í eini av teimum stóru, kendu moskunum, so munar tað fyri fleiri
túsund bønir, halda muslimar.
Føsta
Føstan er knýtt at einum ávísum mánaði í árinum, ramadan. Í tretivu dagar
má ein muslimur ikki eta, drekka ella hava samlegu frá sólarrisi til sólsetur. Tó
kunnu undantøk gerast, tá talan er um børn ella gomul og veik. Børn verða
so við og við vand at fasta. Tá føstan er av, halda muslimar eina stóra veitslu,
Id-al-Fitr. Hjá summum muslimum er hetta ein hørð tíð, serliga um teir hava
tungt arbeiði, ella arbeiði, har tað krevst, at tú ert serliga vakin.
Olmussa
Olmussan var upprunaliga ætlað sum hjálp til fátæk, men nú á døgum er hon
oftast meira sum eitt slag av árligum skatti. Olmussan ella skatturin er bæði til
fátækar muslimar, fátækar skriftlærdar muslimar, til umsiting av olmussuni, til
nýggjar muslimar og til verju og víðkan av islamskum økjum.
Pílagrímsferð
Allir muslimar, sum hava møguleika og fíggjarliga orku til tess, skulu minst
eina ferð í lívinum fara eina pílagrímsferð til Mekka. Forboð er sett ikki-
muslimum at vitja heilaga býin. Pílagrímsferðin endar við stórari veitslu, sum
verður hildin um allan muslimska heimin, Id-al-Kabir.
1...,83,84,85,86,87,88,89,90,91,92 94,95,96,97,98,99,100,101,102,103,...120
Powered by FlippingBook