97
Kap. 13 - Islam og Muhammed
likamligan reinleika, men eisini andligan, tí tað ber til at brúka sand ella mold,
um einki rennandi vatn fæst.
Muslimar kunnu ikki eta allan mat ella drekka allan løg. Tað er bert loyvt
at eta djór, sum eru halal-slaktað. Tað vil siga, at djórið verður skorið á háls
soleiðis, at skorið verður í lívæðrina í hálsinum, barkan og vælindið, meðan
sagt verður:
Í navni Allah, hins miskunnsama og náðiga.
Djórið má ikki doyvast
frammanundan á nakran hátt, og mønan má ikki skalast.
Onnur krøv til slaktið:
• Fyri at minka um pínuna, má djórið ikki vera svangt ella tyst
• Farast má róliga um djórið, so tað ikki verður strongt
• Onnur djór mugu ikki verða slaktað í nánd
• Knívurin skal vera hvassur, men má ikki verða hvestur, har djórið er
• Skorið skal verða skjótt og neyvt
Loyvt er at eta seyðakjøt, høsnakjøt, geitakjøt ella neytakjøt, grønmeti og
fruktir og egg undan halalflogfenaði.
Loyvt er ikki at eta svínakjøt ella nakað av svíni, kjøt av sjálvdeyðum ella
kvaldum djórum, skriðdjór, fuglar ella djór, sum eru kjøtetandi, og einki slag
av alkoholdrykkjum ella mat við alkoholi í.
Tað er týdningarmikið at hava góðan borðsið. Tað skal altíð vera ríkiligt av
mati, so avlop er til ein fremmandan. Børnini mugu ikki byrja at eta, fyrr
enn foreldrini hava fingið sær upp á talerkin og eru klár at byrja. Vertsfólkini
bíða altíð, til gestirnir eru farnir at eta, og tað er ikki loyvt at tosa við mati í
munninum.
Muslimar byrja eina máltíð við at siga:
Í navni Allah
og enda eina máltíð við at
siga:
Allah veri lovaður.
Muslimar í Evropa
Í seinnu helvt av 1900-árunum er talið av muslimum økt nógv um alt Evropa.
Summi lond í Evropa hava frá gamlari tíð havt hjálond við aðrari mentan og
øðrum átrúnaði og eru sostatt meira von við at liva og virka við fremmandum,
meðan eitt nú Norðurlond ikki hava verið eins von við fremmanda mentan
og fremmandan átrúnað. Tað kann vera ein orsøk til, at samanstoytirnir
hava verið meira eyðsýndir í Norðurlondum. Tað var í seinnu helvt av 1960-
árunum, at fólk við øðrvísi mentan og átrúnaði komu til Norðurlond, fyrst og
fremst fyri at arbeiða og forvinna pening. So leingi tey vóru fá í tali, hugsaðu
fólk ikki so nógv um tað, men sum tey gjørdust fleiri í tali og vildu seta sín
dám á samfelagið, gjørdist munurin meira eyðsýndur.
Tað verður hildið, at umleið 25 milliónir muslimar eru í Evropa, sum nú er.
Einasta muslimska land í Evropa er Albania. Í Bosnia eru nógvir muslimar,
men í restini av Evropa eru muslimar ein minniluti.