Kristni 7 - Lærarabók - page 96

96
Myndaforboð
Tað eru ongar myndir í eini mosku. Í Koranini stendur nakað soleiðis:
Skapa
einki, sum er átøkt Allah, tí Allah veit alt, og tit vita einki.
Myndaforboðið er óivað
íkomið tey fyrstu árini, har skurðgudamyndir og skurðgudastandmyndir vóru
í stórum tali. Fryktandi kundi vera fyri, at fólk heldur fóru at tilbiðja myndir
ella standmyndir av Allah ella fóru at tilbiðja listafólkið heldur enn Allah
sjálvan.
Flestu átrúnaðir hava eina tíð havt myndaforboð, helst av somu orsøk. Í 2.
Mós 20,4 stendur:
Tú mást ikki ikki gera tær skurðmyndir ella nakað líki av tí,
sum er í erva á himninum ella í neðra á jørðini ella av tí, sum er í havinum undir
jørðini.
Myndaforboðið hjá jødum fór so vítt sum at siga, at als ongar myndir
skuldu vera í halgidómum. Í dag verður hetta sjáldan ført fram hjá jødum,
men muslimar halda seg strangt til forboðið móti at avmynda Allah ella
Muhammed. Tó hevur abstrakt list ment seg innan islam til at verða framúr
vøkur og stórsligin og verður nógv brúkt at prýða eitt nú bygningar við.
Átrúnaðir hava eisini sínar eyðkennismyndir ella ímyndir. Kristindómurin
hevur krossin, jødadómurin hevur dávidsstjørnuna. Islam hevði av fyrstan tíð
onga ímynd. Konstantinopel hevði hálvmána og stjørnu í sínum flaggi, og tá
turkar í árinum 1453 tóku býin, gjørdust hálvmánin og stjørnan ímyndin hjá
muslimum. Hálvmánin er ímyndin av Allah, og tann fimmarmaða stjørnan er
ímyndin av Muhammed.
Hálvmánin og stjørnan stavaðu frá tí tíðini, tá Konstantin keisari gjørdi Bysans
til høvuðstað í Rómverjaríkinum og broytti navnið til Konstantinopel. Tá setti
hann stjørnuna aftur at hálvmánanum, sum var har frammanundan. Stjørnan
skuldi ímynda Jesus Kristus og Mariu moy.
Familja
Lívið í familjuni er grundvøllurin í islam. Vanliga hava faðir og móðir hvør
sín leiklut í familjuni. Mamman ræður heima og syrgir fyri, at tað er reint og
ruddiligt, og at teppi eru klár til at biðja á. Hon lærir síni børn um islam, og
hvat er rætt og gott at gera.
Hon skal eisini matgera og syrgja fyri, at børnini eta tað, sum sambært islam er
loyvt at eta. Hon syrgir fyri, at tey eru rein og hampilig og bera seg væl at. Hon
lærir tey at vera hjálpsom og gávumild. Soleiðis er mamman ein fyrimynd fyri
síni børn, soleiðis sum islam býður.
Pápanum áliggur at syrgja fyri familjuni soleiðis, at alt hetta kann lata seg
gera. Eisini hann skal vera ein góð fyrimynd fyri síni børn. Hann skal læra
tey at ferðast uttan fyri heimið, hjálpa teimum at lesa úr Koranini og læra
tey at bera seg at í moskuni. Islam hevur nokk so greiðar reglur fyri, hvussu
gerandisdagurin skal livast.
Tað er týdningarmikið at vera reinur. Muslimar skulu vaska sær, áðrenn teir
fara at biðja og áðrenn farið verður til borðs. Koranin sigur, hvussu teir skulu
vaska sær, og at tað altíð skal gerast við rennandi vatni. Tað ræður ikki bert um
1...,86,87,88,89,90,91,92,93,94,95 97,98,99,100,101,102,103,104,105,106,...120
Powered by FlippingBook