90
Muslimar halda Jerúsalem verða heilagan, tí tað var hagar Muhammed eina
náttina fleyg á Buraq, einum veingjaðum hesti, og síðani til himmals. Á
vegnum skifti hann orð við stórar profetar frá farnari tíð. Koranin sigur einki
um hestin, men sigur frá náttarferðini. Í Jerúsalem eru tær báðar stóru, kendu
moskurnar al-Aqsamoskan og Klettamoskan, eisini nevnd Omarmoskan.
Islam og Muhammed
Muhammed grundaði islam, sum verður roknaður fyri at vera hin yngsti av
stóru átrúnaðum heimsins. Islam er ein lógarátrúnaður. Bæði átrúnaðarligu
forskriftirnar og sosialu og løgfrøðiligu skyldurnar eru niðurfeldar í Sharia
lógini.
Sharialógin byggir á Koranina, á sunna, alt, sum profeturin segði um at liva
rætt, umframt á aðrar islamskar vegleiðingar. Hartil koma ásetingar, sum
lærdir islamistar og rættarskúlar viðtaka viðvíkjandi sovorðnum, sum er uppi
í tíðini, men sum var ókent á døgum Muhammeds. Tað verður gjørt við at
samanbera við líknandi tilburðir í Koranini ella Hadith.
Tá tosað verður um Sharia kann bæði verða meint við Sharia í Koranini og
Sharialógina, sum ikki nýtist at verða einsljóðandi hjá øllum muslimum. Tað
er stórur munur á, hvussu víðgongdir muslimar eru í teim ymsum londunum,
og hartil eru einstøk lond, sum hava Sharialógina sum landsins hægstu lóg,
eitt nú Afganistan, Pakistan, Iran og Somalia.
Frítt umsett merkir Sharia
Vegurin til hylin
. Hylur er her samheitið fyri Allah.
Sharia førir menniskjað til Allah. Tætta sambandið millum politikk og átrúnað
er eitt eyðkenni fyri islam. Muhammed sjálvur stovnaði eitt samfelag, har hann
var bæði andligur og politiskur leiðari, og tað sæst aftur enn á okkara døgum.
Muhammed profetur verður av muslimum hildin at vera tann seinasti í eini
røð av profetum. Millum teirra eru bæði Móses og Jesus. Meðan Jesus í kristin
dóminum er sonur Guds, er Muhammed ikki sonur Allah, men profetur
hansara og boðberi. Hinir profetarnir eru eisini bert boðberar.
Fulla navn Muhammeds er Muhammad ibn abd Allah, føddur ár 570 í
Mekka á arábisku hálvoynni. Sambært Koranini verður hildið, at hann á heilt
ungum árum gjørdist foreldraleysur og vaks upp hjá familju, eitt nú hjá pápa
beiggjanum Abu Talib. Sum ungur gjørdist Muhammed handilsmaður og
karavanuførari hjá eini einkju, sum æt Kadidja. Seinni giftust tey og fingu fýra
døtur og tveir synir. Synirnir doyðu sum smádreingir, eins og tann seinasti
sonurin, hann seinni fekk, bert livdi stutta tíð.
Tá Muhammed fór at greiða frá sínum opinberingum, sum seinni vórðu til
Koranina, tóku bert fá undir við honum. Heldur vendu tey ráðandi og ríku í
Mekka sær ímóti honum. Tey hildu talu hansara um ein altvaldandi gud verða
eina hóttan ímóti tí fleirgudadýrkan, sum mong ferðaðust til Mekka fyri at
uppliva. Tað førdi við sær, at Muhammed flutti til býin Yathrib, seinni kallaður
Medina. Hetta verður kallað hijra, útferðin, og er síðan vorðið fyrsta árið eftir
islamskari tíðarrokning.