81
Kap. 11 - Trúarskiftið
muslimar, og Luther kendi Koranina. Hetta hóskar illa saman við tí náði og
frelsu, Luther annars boðaði.
Í árinum 1523 skrivaði Luther bók í sambandi við, at jødar vórðu útvístir úr
Spania. Har førdi hann fram, at av tí at Jesus varð føddur sum jødi, so høvdu
jødar eina serliga støðu og rætt til at verða vardir. Tí var rættari at tala um
kristindómin fyri jødum til tess at umvenda teir, heldur enn at føra kríggj
ímóti teimum. Í 1543 skrivaði Luther eina aðra bók, men nú var vent í holuni.
Nú helt hann við teimum, sum fordømdu jødar. Hann segði millum annað, at
hús teirra, sýnagogur og skúlar skuldu javnast við jørðina, og øll jødisk skrift
takast frá teimum, og teir áttu ikki at kunna ferðast frítt.
Um hesa tíðina fór fram ein jagstran av kvinnum, kallað heksajagstran. Hesum
talaði Luther ikki ímóti. Hann helt hetta vera í lagi sambært 2. Mós 22,18:
Ikki
skalt tú lata gandakelling vera á lívi.
Luthersku prestarnir hildu, at sjálvt um ein
kvinna noktaði seg seka, so var hon sek kortini.
Um kvinnur helt Luther seg til tað, sum Paulus skrivar í
1. Tim 2,8-15.
Luther
helt seg út frá hesum kunna siga, at kvinnur vóru skapaðar við breiðum
lendum og stórum afturparti til tess at sita stillar og passa sítt heim.
Vit eiga tó at minnast til, at tíðin Luther livdi í, var ikki so upplýst, sum tíðin
eftir tað gjørdist. Tað er tó á mangan hátt Luther fyri at takka, at fólk fingu
størri vitan.
Luther helt, at statur og kirkja áttu at vera atskild, skilt á tann hátt, at staturin
skuldi gera lógir og hava rætt til at revsa sínar borgarar, meðan kirkjan skuldi
boða náði og fyrigeving við evangeliinum. Hetta verður kallað tvíríkislæran.
Luther doyði 18. februar 1546 í Eisleben og liggur grivin í Slotskirkjuni í
Wittenberg.