76
Dagar og messur
Í gomlum døgum høvdu dagar og messur nógv meira at siga enn nú á døgum.
Tó tykist tað, sum at fólk eru farin at geva sær meira far um tann mentanararv,
sum liggur goymdur í hesum parti av søgu og átrúnaðarsøgu okkara, serliga
úti í heimi. At døgum og messum knýta seg fyribrigdi um fólkalív og átrúnað,
og eru hetta sera spennandi og læruríkar frásagnir.
”Dagar og nøvn í álmanakkanum” eftir Axel Tórgarð er ein dýrgripur, tá vit tosa
um álmanakkaárið og kirkjuárið og tær frásagnir, sum knýta seg at teimum.
Bókin kom út í broyttari, øktari útgávu í 2008.
Ein álmanakki verður eisini róptur ein kalendari. Orðið kalendari kemur úr
latíni, Calendae, og merkir fyrsti dagur í mánaðinum. Tann álmanakki, vit í
dag nýta, er tann gregorianski álmanakkin. Tað hava verið nógvir álmanakkar
gjøgnum tíðina, av tí at fólk hava havt fyri neyðini at tíðarfesta hendingar.
Hvør tíð hevur havt sín tørv á tíðarfesting. Teir kendastu álmanakkarnir eru
tann rómverski álmanakkin, tann julianski álmanakkin og tann gregorianski
álmanakkin, sum byggir á teir báðar fyrru álmanakkarnar. Hesir tríggir
líkjast nakað, men aðrir mátar hava eisini verið nýttir at tíðarfesta, og her er
primstavurin kendur í Noregi.
Januar
hevur navn eftir rómverska gudinum
Janus
.
Februar
kemur av latínska navninum
februare
, ið merkir at reinsa.
Mars
hevur navn eftir rómverska gudinum
Mars
.
Apríl
kemur av latínska orðinum
aperire
, ið merkir at
lata upp
.
Mai
er nevndur eftir rómversku gudinnuni fyri gróðri og grøði,
Maju
.
Juni
eitur eftir rómversku gudinnuni
Juno
, ið var kona Jupiters.
Juli
hevur navn sítt eftir
Julius Cæsar
, keisara.
August
hevur navn sítt eftir rómverska keisaranum
Augustusi
.
September
kemur av orðinum
septem
, ið merkir sjey. September
var sjeyndi mánaður í gamla rómverska kalendaranum.
Oktober
kemur av orðinum
octo
, ið merkir átta, áttandi mánaðurin
í gamla rómverska kalendaranum.
November
kemur av latínska orðinum
novem
, ið merkir nýggju,
nýggjundi mánaður í gamla rómverska kalendaranum.
Desember
kemur av orðinum
decem
, ið merkir tíggju. Tíggjundi
mánaður í gamla rómverska kalendaranum.