Kristni 7 - Lærarabók - page 69

69
Samandráttur
• Fyrsta kirkjulið varð stovnað 50 dagar eftir Jesu
deyða
• Ápostul merkir sendiboð
• Tey fyrstu kristnu vórðu jagstrað
• Sául fekk navnið Paulus
• Konstantin keisari í Róm bannaði allari atsókn
ímóti teimum kristnu í 313
• Kirkjufedrar og trúarverjar verja kristindómin
• Í 1054 fer kristna kirkjan í tvíningar
• Pávin í Róm hægsti myndugleiki í rómversk-
katólsku kirkjuni
• Fólk fara í eining ella í kleystur
• Krossfaratíðin frá ár 1100 til ár 1300
• Fyrstu kristnu í Føroyum helst írskir munkar um
ár 700
• Fyrstu norðbúgvar heidnir
Spurningar
1. Hvørja uppgávu høvdu ápostlarnir?
2. Hvat vita vit um Pætur ápostul?
3. Hvat vita vit um Paulus?
4. Hvat royndu eftirmenn Konstantin keisara?
5. Hví fekk kirkjan so stórt vald eftir 380?
6. Hví fóru fólk í kleystur?
7. Hvønn leiklut høvdu kirkjufedrarnir?
8. Hví gjørdist stríð millum patriark og páva?
9. Hví kann tað hugsast, at írskir munkar komu
henda vegin?
10. Hvønn átrúnað høvdu fyrstu norðbúgvar í
Føroyum?
11. Nær kemur kristindómurin til Føroyar?
12. Hvør kristnaði føroyingar?
13. Hvørjar leivdir eru frá heidnari tíð?
14. Hvar var fyrsta biskupssetrið, og hvussu fekk tað
ognir sínar?
15. Hvussu kundu prestar breyðføða seg og síni?
Uppgávur
1. Greið frá tí mótstøðu, tey fyrstu kristnu fingu.
2. Greið frá krossfarunum.
3. Greið frá, hvussu Føroyar vórðu kristnaðar.
Kapittul 9
Kristna kirkjan
fer um lond
1...,59,60,61,62,63,64,65,66,67,68 70,71,72,73,74,75,76,77,78,79,...120
Powered by FlippingBook