Kristni 7 - Lærarabók - page 61

61
Kap. 7 - Hvør eri eg
Hvør eri eg
Samleiki ella identitetur snýr seg um, hvat vit halda um okkum sjálv, og hvat
onnur halda um okkum. Útsjóndin, sum sæst við berum eygum, er eitt.
Summi eru ljóshærd, onnur myrkhærd. Summi eru kløn, onnur rundari.
Annað er alt tað, vit annars eru. Vit eru ald upp á ymiskan hátt og hava ymiska
siðvenju. Vit hava ymisk lívskor og ymiskar dreymar um framtíðina. Hvørjum
vit eru saman við og líkna okkum saman við, kann eisini vera týdningarmikið.
Samleikin kann eisini broytast, alt eftir hvørjum bólki vit eru í.
Vit hava tørv á at spegla okkum í onkrum øðrum og at hava onkran at hávirða.
Tó er ymiskt, hvussu nógv vit lata okkum ávirka av øðrum. Tað, vit ofta
eftirlíkna, er tað sum sæst, klæði, hársnið og tílíkt. Men vit ávirkast eisini av
tí hugburði og atburði, onnur hava. Vit kunnu eisini siga, at vit gera okkum
eina sjálvsmynd.
Hvør eri eg?
Hvat dugi eg?
Hvat ætli eg?
Hvat vilja onnur mær?
Hvagar fari eg?
Hvat er meiningin?
Hvat skal eg velja?
Hvørjum skal eg trúgva?
Hvør kann vísa mær leið?
Samleiki ella identitetur er alt tað, sum til samans er tú.
Identitetur er latínskt og merkir “tann sami”.
Eg og hini
Sum medmenniskju hava vit eitt felags rúm, og sum menniskju hava vit eitt
rúm, sum bert er okkara.
Tá vit hitta fólk fyrstu ferð, er felags rúmið ikki stórt. Tað vil siga, at vit vita
ikki nógv um tann persón, vit hitta. Ofta vita vit ikki annað enn, hvussu
viðkomandi sær út. Eru vit saman eina løtu, kunnu vit kanska kenna okkurt
ávíst huglag.
Felags rúm
Eg
1...,51,52,53,54,55,56,57,58,59,60 62,63,64,65,66,67,68,69,70,71,...120
Powered by FlippingBook