Kristni 7 - Lærarabók - page 64

64
Kirkjusøga
Á hvítusunnu, 50 dagar eftir páskir og 10 dagar eftir at Jesus var farin til
himmals, var nógv fólk samankomið í Jerúsalem. Henda dag hildu jødar eina
takkarveitslu, og tí komu nógvir til Jerúsalemeisini úr útlondumat hátíðar­halda
dagin. Har vóru jødar úr Egyptalandi, Italia, Arábia og Mesopotámia umframt
fleiri øðrum londum,
Áp 2,1-11
. Lógin beyð teimum at ofra í templinum tær
tríggjar hátíðirnar, á páskum, á hvítusunnu og um leyvsalshøgtíðina.
Eisini ápostlarnir vóru komnir saman henda dag. Tá var tað, at heilagi andin,
so sum Jesus hevði sagt, kom yvir teir.
Tá ið teir so fóru út á gøturnar at prædika, og á tungumálum, ið øll hesi
mongu vitjandi í býnum skiltu, undraðust øll og hildu, at ápostlarnir høvdu
drukkið. Men tá var tað, at Pætur steig fram og talaði til fólkið. Hann greiddi
teimum frá heilaga andanum, sum Gud í
Jóel 3,1-5
hevði boðað frá, at hann fór
at geva øllum ísraelsmonnum, tí hann vildi brúka teir í síni tænastu.
Gud hevði umsíðir sent teimum tann frelsaran, ið lovaður var teimum. Hann
tosaði um Jesu deyða og uppreisn, at tey høvdu krossfest Jesus, men Gud reisti
hann upp frá deyðum. Hann minti tey á bæði tað, tey høvdu gjørt, og tað, Gud
hevði gjørt. Her vísti hann á synd menniskjans og á náði Guds.
Tað sá út, sum tey fingu ringa samvitsku, tí tey spurdu:
Hvat skulu vit gera?
Og
Pætur svaraði við tað sama:
Vendið um! Og latið tykkum doypa! Og lønin fyri hetta
skal verða syndanna fyrigeving og gáva heilaga andans.
Um 3000 lótu seg doypa
henda dag. Og grundarlagið fyri fyrstu samkomuni var lagt.
Fyrsta samkoman
Samkoman í Jerúsalem helt fast við læru ápostlanna, við felagsskapin, breyð-
brótingina og bønina.
Tey fyrstu kristnu vóru jødar, og tey kendu seg heima í templinum. Á tempul­
plássinum komu tey saman til bøn ávísar tíðir á degnum, tíðliga um morgunin,
um trý tíðina seinnapartin og um sólsetur. Tey brutu breyðið heima við hús,
og so við og við løgdust fleiri afturat. Tey trúgvandi hildu saman, og tey tóku
sær eisini væl av teimum fátæku. Nógv rík seldu ognir sínar og góvu teimum,
ið einki áttu.
Eins og Jesus hevði gjørt, so grøddu ápostlarnir eisini í navni hansara. Vit
hoyra um mannin, ið hevði verið haltur frá móðurlívi. Hann lá við halgidómin
og livdi av olmussum, ið fólk góvu honum. Tá Pætur og Jóhannes ein dagin
komu framvið, var tað, at Pætur í staðin fyri at geva honum olmussu segði:
Silvur og gull eigi eg ikki, men tað, sum eg havi, gevi eg tær: Í navni Jesu Krists
úr Nasaret, statt upp og gakk. Løtu seinni gekk ungi maðurin í halgidóminum
og lovaði Gudi.
Tað, at ápostlarnir prædikaðu og gjørdu undurverk, gjørdi sítt til, at fólk
flokkaðust um teir. Hetta varð illa dámt av prestunum, saddukearunum og
1...,54,55,56,57,58,59,60,61,62,63 65,66,67,68,69,70,71,72,73,74,...120
Powered by FlippingBook