Kristni 7 - Lærarabók - page 65

65
Kap. 8 - Kirkjusøga
høvuðsmanninum fyri halgidóminum, og teir vórðu hóttir, fingu forboð fyri
at læra í Jesu navni og vórðu kastaðir í fangahús.
Men eingil Harrans læt dyrnar á fangahúsinum upp og beyð teimum at halda
fram við arbeiði teirra. Aftur vórðu teir tiknir og illa viðfarnir, men einki av
hesum fekk teir at gevast við virkseminum.
Stefan
Tað gekk ikki long tíð, til ósemja kom í millum tey kristnu. Hetta var tí, at
hildið varð, at nakrar einkjur ikki fingu tað, ið teimum var ætlað, tá býtt varð
út til tey fátæku.
Ápostlarnir hildu, at rættast var at seta nakrar menn at taka sær av hesum
arbeiði, meðan arbeiðið hjá ápostlunum skuldi vera at prædika. Sjey menn
vórðu settir at býta út til tey fátæku. Ein av hesum monnum var Stefan. Hann
var sera íðin í sínum arbeiði og í trúnni. Stefan gjørdi eisini undurverk.
Stefan kom í orðadrátt við nakrar jødar. Hann var væl skorin fyri tungubandið,
so teir stóðu seg ikki væl ímóti honum. Av hesum gjørdust jødarnir illir og
østu teir skriftlærdu og ráðið við at siga, at teir høvdu hoyrt Stefan spotta
Móses og Gud.
Stefan varð handtikin, og tá ið hann varð spurdur um ákærurnar, hevði hann
harðliga at teimum og segði: Hvør var tann profetur, sum forfedrar tykkara
ikki søktu at?
Teir drópu teir, sum boðaðu um tann, ið koma skuldi, og svíkjarar og
banamenn hansara eru tit nú eisini vorðnir
Áp 7,51-52. Hann ákærdi teir fyri at
hava dripið Jesus.
Hetta var illa dámt. Men Stefan var fullur av heilagum anda. Hann hugdi upp
til himmals og helt fyri:
Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjasonin standa við
høgru hond Guðs.
Hetta var teimum ovboðið. Teir drógu hann út um býin og steinaðu hann.
Hesin dómur varð sagdur eftir Móselógini,
3. Mós 24,14-16
. Fyrsta steinin
skuldu vitnini kasta,
5. Mós 17,7
.
Áðrenn Jesus doyði, bað hann Gud um at fyrigeva fíggindum sínum. Tað sama
gjørdi Stefan. Stefan var fyrsti martyrur, blóðvitni ella pínslaváttur. Tað merkir
ein, ið letur lív fyri sína trúgv. Í kirkjuárinum er 2. jóladagur, 26. desember,
minningardagur Stefans.
Fylgjurnar av deyða Stefans
Nú fóru jødar at forfylgja teimum kristnu í Jerúsalem. Fleiri kristin flýddu
úr býnum, og gjørdi hetta sítt til, at gleðiboðini um Jesus vórðu borin út um
landið og út um landamarkið. Tey kristnu komu heilt til Antiokia (býurin sum
í dag eitur Antakiyah og liggur í Turkalandi, á markinum til Sýria). Antiokia
var triðistørsti býur í Rómverjaríkinum, bara Alexandria og Róm vóru størri.
1...,55,56,57,58,59,60,61,62,63,64 66,67,68,69,70,71,72,73,74,75,...120
Powered by FlippingBook