Kristni 7 - Lærarabók - page 75

75
UPPSKOT
Samandráttur
• Messur eru serstakir dagar
• Messur eru minnisdagar
• Messur stava frá elstu kirkjuligu samkomunum
• Tað vóru nógv fleiri messur fyrr í tíðini
• Okkara álmanakki stavar frá um ár 1700
• Okkara messur hava verið knýttar at serstøkum
føroyskum fyribrigdum
Uppgávur
1. Hvussu eitur tín dagur í álmanakkanum?
2. Hvat er ein messa?
3. Nevn tær kendastu messurnar, og hví tær verða
hildnar.
4. Nevn tær messur, sum hava samband við
persónar í Bíbliuni.
5. Nær fingu vit álmanakkan í nøkulunda tí líki,
vit kenna hann í dag?
6. Hvussu hava messurnar yvirlivað?
Hvussu arbeiðast kann við 10. kapitli:
• Greiða næmingunum frá teimum ymsu
álmanakkunum og primstavinum
• Hvat merkja mánaðarnøvnini? Tey eru at finna í
“Dagar og nøvn í álmanakkanum“ eftir
Axel Tórgarð
• Hvørjar aðrar messur og hvørjir aðrir serstakir
dagar eru í álmanakkanum? Næmingarnir kunnu
býta mánaðirnar ímillum sín.
• Tosa um hátíðarhaldini, ið verða hildin kring
landið á grækarismessu og allahalgannadag.
Hvønn týdning hava tey?
Kapittul 10
Dagar og messur
1...,65,66,67,68,69,70,71,72,73,74 76,77,78,79,80,81,82,83,84,85,...120
Powered by FlippingBook