84
Hans Adolf Brorson
“Jesus til várt sálargagn” er upprunaliga ein nýggjárssálmur við átta ørindum.
Ørindini í grundbókini eru yrkt burtur úr fleiri ørindum í tí danska sálminum.
Sálmurin ”Tolin bíða, trongdir líða” stendur í Sálmabók Føroya Kirkju í
bólkinum ”Trúgvin á Guð og heilagan anda”. Innihaldið er úr Hásonginum
í Gamla Testamenti. Hásongurin verður av mongum mettur sum songur
sanganna. Hásongurin er ein hin kendasta bókin í Gamla Testamenti. Fólk
hava grundað og gitt, hvussu innihaldið skal tulkast, og mong eru boðini.
Mong halda, at hásongurin er ein kærleiksyrking. Tey flestu kunnu kenna seg
aftur í innihaldinum, sum er skipað sum samrøða millum tvey.
Upprunasálmur Brorsons hevur 6 ørindi. Hann kann tulkast sum ein samrøða
millum brúður og brúðgóm, har Jesus er brúðgómurin, og brúðurin er hin
trúgvandi.
Sambært tí tulkingini, so talar brúðgómurin í fyrsta ørindi, brúðurin í øðrum
ørindi, brúðgómurin í triðja og fjórða ørindi. Urtin, sum flúgvast skal við yvir
vað, sipar til tað oljublaðið, sum dúgvan bar Nóa í ørkina sum tekin um, at
nú fjaraði vatnið.
Seinasta ørindi kann tulkast sum tað, ið bíðar okkum handan deyða og grøv.
Sálmurin ”Tolin bíða” verður ofta sungin tíðliga á várið, tá okkum, hóast
kava og kulda, leingist eftir sumrinum. Sálmurin hevur eisini verið nýttur í
trongdartíðum til tess at halda mótinum uppi.