Kristni 7 - Lærarabók - page 91

91
Kap. 13 - Islam og Muhammed
Úr Medina fór Muhammed í hernað móti íbúgvunum í Mekka, og í árinum
630 eydnaðist tað at taka býin. Úr Mekka spratt átrúnaðurin islam og breiddi
seg til Sýria, Egyptalands, Persiaríkið, núverandi Iran og Irak, Norðurafrika og
partar av India. Muhammed doyði eftir stutta sjúkralegu í árinum 632.
Koranin
Koranin er heilaga bókin hjá muslimum. Hon er bókstavliga orð Allah, sum
Muhamed profetur fekk ígjøgnum høvuðseingilin Gabriel. Hon er heilag og
óbroytandi, hon skal altíð verða endurgivin á sama hátt, hóast hon er torfør
ella óskiljandi. Hon er skrivað á arábiskum og kann ikki umsetast. Eingin
umseting er nóg góð. Afturat Koranini hava muslimar eina siðalagsliga
vegleiðing, hadith. Hetta eru frásagnir um orð og gerningar Muhammeds, sum
við tíðini eru vorðnir ein lívsstílur.
Muslimar halda ikki, at islam er ein ungur átrúnaður, men ein onnur útgáva
av somu trúgv, sum førdi til jødadómin og kristindómin. Frá skriftum sínum
kenna teir Ábraham, Móses, Jesus og aðrar persónar úr Gamla Testamenti og
Nýggja Testamenti.
Koranin er býtt í 114 kapitlar, sura, og yvir 6000 ørindi. Harafturat er Koranin
býtt í 30 partar. Um ein partur verður lisin hvønn dag í ramadanmánaðinum,
so er øll Koranin lisin. Summir kapitlar eru skrivaðir í Mekka og eru um
paradís og helviti, trúnna á ein gud og frásagnir um profetarnar. Kapitlarnir,
sum eru skrivaðir í Medina, eru longri og eru um, hvussu ein rættur muslimur
eigur at liva. Hvør kapittul byrjar soleiðis:
Í navni hins náðiga og miskunnsama
Allah.
Tað sigst, at Muhammed dugdi hvørki at lesa ella skriva. Tað hava summi
hildið verða grundarlag til at halda, at hann ikki kann hava lisið seg til vitan.
Biðisteinur og rósukransur
Ein biðisteinur er ein leirpláta, sum verður løgd á jørðina, gólvið ella biði­
teppið. Tá muslimar boyggja seg niður í bøn, nertur pannan við steinin. Tað
eru fyri tað mesta shiamuslimar, sum nýta biðistein. Av tí sama eru biðisteinar
frá Kerbala, har Hussein doyði martýrdeyða, nakað heilt serstakt.
Steinarnir eru prýddir við figurum, mynstrum og innskriftum. Tað kann vera
eitt orð úr Koranini, eitt av nøvnum Allah ella nøvn úr heilagu familjuni,
Muhammed, Fatima, Ali, Hassan og Hussein. Frómir muslimar vísa ernir
merkið í pannuni eftir steinin.
Bæði sunni- og shiamuslimar nýta rósukrans, biðikrans. Hann hevur 99 rundar
perlur og er býttur í trý soleiðis, at ein fløt perla er millum hvørjar 33 rundar.
Talið 99 ímyndar tey
99 vøkru nøvn Allah
, sum tað stendur skrivað í Koranini.
Rósukransurin kann vera úr ymiskum tilfari. Hildið verður, at kransur úr leiri
úr Kerbala hevur serliga megi.
1...,81,82,83,84,85,86,87,88,89,90 92,93,94,95,96,97,98,99,100,101,...120
Powered by FlippingBook