Kristni 7 - Lærarabók - page 98

98
Um alt Evropa verður kjakast um integratión og átrúnaðarligar ímyndir.
Hvussu og hvat eiga lond at góðtaka og í hvønn mun. Hetta kjakið er eisini
í teimum londum, sum í heilt langa tíð hava livað við fremmandum, eitt nú
Stóra Bretlandi, har gott 2% eru muslimar, Hollandi, har umleið 6% eru
muslimar, og Fraklandi, har eini 5-6% eru muslimar.
Í Norðurlondum eru gott 2%muslimar. Tað finnast eingi hagtøl fyri muslimar í
Føroyum. Eftir 11. september 2001 broyttist hugburðurin til muslimar um alt
Evropa. Álopið á Pentagon og World Trade Center, sum víðgongdir muslimar
við tilknýti til Al-Qaeda vórðu lagdir undir at standa fyri, førdi við sær, at USA
fór í hernað móti Afganistan og Irak sum hevnd fyri álopið. Fleiri lond sóu seg
noydd at gera anti-yvirgangslógir fyri at verja sínar borgarar. Síðan 2001 hava
vit javnan hoyrt um terrorismu av ymiskum slagi, og oftast er hon tengd at
víðgongdum muslimum.
Al-Qaeda er ein hálvhernaðarligur felagsskapur. Tað vil siga, at hann ikki
er undir vanligum hernaðarligum eftirliti. Osama bin Laden stovnaði hann
saman við øðrum í 1980-árunum. Eingin veit við vissu at siga, at tað var
Al-Qaeda, sum framdi álopið á USA 11. september 2001. Men avleiðingarnar
eru sjónligar, teirra millum ótti og fremmandahatur.
Osama Bin Laden var 2. mai 2011 tikin av døgum í Pakistan.
Tá vit umrøða muslimar í fjølmiðlunum, er tað ofta viðvíkjandi sovorðnum,
sum víkur frá okkara siðum. Tað kann vera, um kvinnur skulu ganga við
turriklæði, ella um foreldur skulu gera av, hvørjum tey ungu skulu giftast við.
Tað halda vit vera at kúga. Men summir muslimar halda, at vit, við okkara
máta at hálova útsjónd og tí at liva so frítt, kúga ella leggja trýst á fólk.
Seinnu árini hava vit eisini sæð, at munurin millum muslimar og kristin er
vorðin meira eyðsýndur. Vit fáa tíðindi frá øllum heiminum alla tíðina, bæði
í orðum og myndum. Tað ávirkar bæði okkum og muslimar og hevur við
sær, at vit mugu taka støðu til ymisk fyribrigdi í størri mun enn fyrr. Í hesum
førinum mugu vit taka støðu til átrúnað og siðvenju. Hesi seinnu árini er tað
hitt grundlógartryggjaða talu- og skrivifrælsið, sum hevur staðið sína roynd.
Hvussu framtíðin fer at laga seg, er ilt at spáa um, men við tí samansetta
samfelag, vit í dag liva í, mugu øll gera sítt til, at hetta samfelag verður gott at
liva og virka í.
1...,88,89,90,91,92,93,94,95,96,97 99,100,101,102,103,104,105,106,107,108,...120
Powered by FlippingBook