94
Tá pílagrímsfylgið kemur til Mekka, verður runnið ella gingið runt um Kabaina
sjey ferðir. Síðan verður runnið millum tvey ávís støð fyri at minnast Hágar, tá
hon leitaði eftir vatni í oyðimørkini. So verður farið til gongu til býin Mina at
biðja og meditera til sólarris.
Annan dagin verður gingið til Arafat-slættan. Her helt Muhammed sína
skilnaðartalu. Tað verður biðið og mediterað seinnapartin, og sovið verður í
Muzdalifa.
Triðja dagin verður gingið aftur til Mina. Á leiðini steina tey súlur, ið ímynda
Sátan, sum freistaði Ibrahim at ofra Ísmael. Til tess at minnast, at Allah steðgaði
Ibrahim og í staðin læt honum ein seyð at ofra, halda pílagrímarnir nú veitslu
við seyðakjøti. Hetta er størsta muslimska hátíðin, Id al-Adha.
Hetta, sum her er nevnt, var ein stutt pílagrímsferð. Hon kann saktans vara
longur, og ofta eru onnur ritual knýtt at henni so sum reinsanarritual av
ymiskum sløgum.
Tá pílagrímsferðin er av, taka fleiri sær vatn heim við úr Zam-Zam kelduni.
Tað er keldan, sum Hágar segðist fáa vatnið úr í oyðimørkini. Onkur fer eisini
á grøvina hjá profetinum í Medina.
Fólk, sum ikki eru muslimar, sleppa ikki til Mekka og Medina.
Djihad
Tað var um reppið, at djihad, heilagt kríggj, kom við millum tær 5 súlurnar.
Hetta tí, at djihad so ofta er nevnt í Koranini. Heilagt kríggj er kríggj móti
ikki-muslimum. Tað verður enn roknað sum góð siðvenja í summum
muslimskum londum.
Kríggj sambært islam merkir annaðhvørt at taka lond og gera islamska lóg
galdandi ella at flyta til onnur lond og ávirka tey til islamska lívsførslu. Í
báðum førum halda muslimar, at teir afturfyri fáa vælsignilsi frá Allah.
Hond Fatimu
Allastaðni í muslimska heiminum sær ein prýðislutir og upphang á skapi sum
ein hond. Hesar hendur eru oftast rættiliga vakurt prýddar.
Hetta er hond Fatimu, dóttir Muhammed profet. Hon sigst verja móti øllum
illum. Muhammed átti fleiri børn, men best kend er Fatima. Tað var bara
hon, sum fekk synir, sum náddu vaksnamannaaldur. Fatima hevur stóran
týdning hjá bæði sunni- og shiamuslimum. Størstan týdning hevur hon tó fyri
shiamuslimar, av tí at hon giftist við systkinabarni Profetin, sum æt Ali.
Hondin hevur eisini annan týdning. Teir fimm fingrarnir ímynda tær fimm
súlur islams, tær fimm pliktirnar, sum allir muslimar skulu halda. Fingrarnir
kunnu eisini ímynda tær fimm bønirnar. Eisini kann hondin ímynda heilagu
familju islams, Muhammed, Fatimu, Ali og børn teirra Hassan og Hussein.