Kristni 7 - Lærarabók - page 88

88
Islam
Í“Kristni 7“ er islam valt sum fremmandur átrúnaður, av tí at hann er hin best
kendi á okkara leiðum, og islam er ofta frammi í fjølmiðlunum. Jødadómur,
kristindómur og islam hava felags røtur.
Bæði jødar, kristin og muslimar hava Ábraham sum ættfaðir. Elsta frásøgnin
stendur í 1. Mósebók, sum er felags fyri bæði jødar og kristin.
Har lesa vit, at Ábraham fór úr Mesoptámia, núverandi Irak, til Ísraels.
Ábraham og Sára vóru komin væl til árs, hann 100 ára gamal og hon 90
ára gomul, og tey áttu eingi børn. Við egyptisku trælkvinnuni Hágar fekk
Ábraham sonin Ísmael. Tá so Sára, hóast sín høga aldur, fekk sonin Ísak, og
hon sær Ísmael spæla við hann, bað hon Ábraham reka Hágar og Ísmael út í
oyðimørkina. Guð hjálpti Hágar og soninum undan tosta við at lata eina keldu
vella fram.
Ábraham í Koranini
Her eitur Ábraham Ibrahim, og var hann giftur við bæði Sáru og Hágar. Tey
búðu í Saudiarábia. Ibrahim, Hágar og Ísmael fóru út í arábisku oyðimørkina,
men Ibrahim fekk boð um at fara heim aftur til Sáru. Gud læt eina keldu
vella fram og bjargaði Hágar og Ísmael undan at doyggja í tosta. Keldan eitur
Zam-Zam og er í moskuni í Mekka.
Hjá islam skal Ibrahim ofra Ísmael. Hann fekk í evstu løtu boð um at ofra
ein seyð. Sambært Koranini bygdu Ibrahim og Ísmael tann svarta, terninga­
skapaða halgi­dómin í Mekka, Kabaina.
Ábraham í Bíbliuni
Tá Ábraham eftir boðum frá Gudi fór úr landi sínum, fekk hann lyftið um at
verða vælsignaður og gerast ættfaðir til mikla tjóð, og av henni skuldu allar
ættir á jørðini fáa signing. Tá Hágar í oyðimørkini græt um, at sonurin skuldi
doyggja í tosta, kom eingil Harrans til hennara við lyfti frá Gudi um, at hann
skuldi gerast til mikla tjóð.
Gud royndi síðan Ábraham við at biðja hann ofra Ísak. Í evstu løtu fekk
Ábraham boð um at ofra ein veðr í staðin, tí hann sá, at Ábraham var lýðin. Gud
lovaði Ábrahami, at eftirkomarar hansara skuldu verða í tali, sum stjørnurnar
á himmalinum og sandurin við sævarstrond. Ísak gjørdist ættfaðir jødanna og
Ísmael ættfaðir eitt annað fjølment fólk, arábar.
Yusuf í Koranini
Í Koranini eitur Jósef Yusuf. Søga hansara er á leið tann sama, sum tann hjá
Jósefi í Bíbliuni. Í Koranini er Potifar ónevndur. Yusuf var forliptur í konu
hansara, men vildi ikki lumpa harra sín. Allar kvinnur í býnum vóru forliptar í
Yusuf. Hann endaði í fongsli, men slapp út aftur, tá hann týðir dreymar Fáraos,
og varð sameindur við brøður sínar.
1...,78,79,80,81,82,83,84,85,86,87 89,90,91,92,93,94,95,96,97,98,...120
Powered by FlippingBook