Kristni 7 - Lærarabók - page 80

80
Trúarskiftið
Upp gjøgnum miðøldina fekk kirkjan alt størri vald. Hon átti stórt ríkidømi,
og ofta vóru biskuparnir mætastu menn í ríkinum. Stórar prýðiligar kirkjur
vórðu bygdar, men kleystur og nýggj munkasamtøk løgdust eisini til. Ein av
hesum kirkjum var Pæturskirkjan í Róm, sum varð bygd um hetta mundið.
Mong kirkjulig stórmenni vóru meira áhugað í jarðiska góðsinum enn í
kirkjunnar boðskapi. Hetta førdi til, at gudsóttandi menn ávaraðu kirkjuna og
fóru at arbeiða fyri at betra um kirkjunnar læru, so hon aftur fór at líkjast tí
upprunaliga boðskapi, sum ápostlarnir boðaðu. Sjálvandi varð hetta ikki væl
dámt av øllum. Fleiri av hesum gudsóttandi monnum vórðu tiknir av døgum,
ofta við at verða brendir á báli.
Martin Luther
Tað var hesum kirkjuliga valdi Martin Luther stríddist ímóti. Hann stríddist
eisini ímóti tí, hann helt vera falska læru. Tey fólk, sum hildu við Luther,
vórðu kallað lutheranar og seinni vórðu tey kallað protestantar.
Runt um í Týsklandi vórðu lutherskar kirkjur settar á stovn. Luther var
samdur við katólsku kirkjuna í nógvum, men okkurt helt hann vera slíkt, sum
fólk sjálv høvdu funnið uppá. Kirkjurnar høvdu hin tríeinda Gud í felag, men
páva, skerseld og avlát vildi Luther ikki kennast við.
Gudstænastan varð eisini øðrvísi. Tað varð ikki tosað latín longur, men á
móðurmálinum, og kirkjufólkið sang sálmarnar saman. Kleystur vórðu
niðurløgd, og ognirnar latnar teimum ráðandi í landinum. Lutherska læran
breiddi seg norðureftir, men sunnanfyri hildu fólk fast við rómversk-katólsku
læruna. Leingi vóru katolikkar og lutheranar arvafíggindar, og okkurt kríggið
kom eisini burturúr, til dømis Tríatiárakríggið. Hetta er felagsheitið fyri nógv
smærri kríggj í Evropa, sum fyri ein part stavaðu frá átrúnaðarligari ósemju.
Tríatiárakríggið vardi, sum orðið sigur, í tretivu ár frá árinum 1618 til ár 1648.
Á okkara døgum er eingin ósemja millum katolikkar og lutheranar í so máta.
Luther skrivaði sjálvur sálmar. Í Sálmabók Føroya Kirkju eru bæði sálmar,
sum Luther hevur skrivað, og sálmar, sum hann hevur týtt. Tann kendasti av
sálmum hansara er helst ”Vár Guð er føst og haldgóð borg, har vit væl vardir
standa”. Allir verða teir sungnir av og á.
Tað var ikki bert Luther, ið hevði ta fatan, at menniskjað verður frelst av náði.
Ta fatan høvdu franski Johannes Calvin og Ulrich Zwingli úr Sveis eisini.
Nútíðarfatan er, at Luther var undangongumaður á so mongum økjum og
ruddi slóð fyri størri tollyndi. Men alt, sum Luther segði og gjørdi, var ikki
so gott. Til dømis rósti hann teimum londum, sum vístu jødum av landinum,
og turkar helt hann vera djevulsins tænarar, sum ikki høvdu annað uppiborið
enn at brenna í æviga eldinum. Hann fór so langt sum at siga, at um ein turkur
doyði í kríggi, so gjørdi tað einki, tí hann var fíggindi Guds. Turkar vóru
1...,70,71,72,73,74,75,76,77,78,79 81,82,83,84,85,86,87,88,89,90,...120
Powered by FlippingBook