72
skal liggja grivin í Róm. Mong fóru eisini til Santiago de Compostela í
Útnyrðringsspania, har Jákup ápostul sigst liggja grivin.
Landnámstíðin
Maður er nevndur Grímur Kamban; hann var fyrsti maður, ið setti búgv í Føroyum.
Á døgum Haralds Hárfagra flýddi stór mannfjøld undan harðræði hansara; summir
settust í Føroyum og bygdu har, men summir leitaðu í onnur óbygd lond.
Soleiðis sigur Føroyingasøga. Hetta skal hava verið í árinum 825. Kanningar
av plantuleivdum úr Tjørnuvík vísa, at her hava búð fólk í 7. øld, millum ár
600 og ár 650.
Kanningarnar siga einki um, hvør búði her tá. Hóast Dicuil vil vera við, at
írskir munkar komu higar um ár 700, so kann saktans verða talan um somu
fólk. Tó, tað hevur so lítlan týdning í hesum høpi.
Tá Grímur Kamban og onnur fólk seinni flyta úr Noregi henda vegin, eru
tey heidningar og hava norrønu gudalæruna sum sína læru. Hesa læru skal
Sigmundur Brestisson gera upp við.
Sigmundur Brestisson
Frammanundan tí tíðini, tá Føroyar roknast at vera kristnaðar um ár 1000, má
liggja eitt stórt fyrireikingararbeiði so ella so, um ikki so tilvitað. Eitt er vist,
at tá vit siga, at eitt land ella ein tjóð verður kristnað, so gerst tað ikki eftir
einum degi. Ein lagalig løta hevur verið nýtt til við tvingsli ella tingviðtøku at
staðfesta trúnna.
Føroyingasøga sigur, at Tróndur varð drigin út í tún á náttartíð av Sigmundi
og hansara monnum og fekk tvinnar kostir í at velja, antin lata seg kristna ella
lata lív.
Gudbrandskvæði sigur frá, at tá Ólavur hin Heilagi skuldi kristna Noreg, sendi
hann boð eftir høvdinganum Gudbrandi í Gudbrandsdali at koma á fund við
seg. Ætlanin var at fáa hann kristnaðan. Gudbrandur sendi sonin fyri seg, og
hesin læt seg yvirtala og tók við kristnari trúgv. Tá hann kom heim aftur og
vildi hava pápan at gera tað sama, varð pápin í øðini, og hann boðaði kongi
til fundar á Dalatingi. Kongur las upp ta kristnu læruna og bað fólkið taka
við henni. Tá varð bílætið av Tóri gudi borið inn á vøllin, og ein av kongsins
monnum høgdi tað sundur. Út tustu ormar og rottur úr gudamyndini. Í tí
sama kom sólin upp, og Ólavur var ikki seinur at siga:
Vilt tú skoða sannan
Guð, skoða tá hans verkið, hygg tær móti eystri upp, har kemur hans tænari sterki.
Gudbrandur svaraði tá: Kongur, eg skal trúgva tær, og taka við Guði eina, doyp tú
meg í Harrans navn, við mínar menn og sveinar.
Sum nevnt í grundbókini kemur kristindómurin til Føroya úr Noregi. Norð-
menn lærdu fyrst kristindómin at kenna í Onglandi, og haðani komu teir
fyrstu trúboðarnir til Noregs. Hildið verður, at tey fólk, sum komu higar at
búseta seg, vistu um kristindómin í Onglandi.