Kristni 7 - Lærarabók - page 54

54
Vanliga hevur Mikkjal ikki greitt frá, hví hann yrkti sínar sálmar. Tó er væl
kendi sálmurin: ”Tú fylgdi mær fyrst, tá ið vøggu eg lá,” eitt undantak. Tað
skrivar Jákup Reinert Hansen, prestur, í Mikkjalsbók.
Mangur, sum kennir sálmin úr fyrru sálmabókini, sum kom út í 1960, hevur
undrast á, at fýra reglur mangla í sálminum í núverandi sálmabók. Tað er
seinna helvt av 6. ørindi og fyrra helvt av 7. ørindi, soleiðis at nú bert eru 6
ørindi:
6. Tú fylgja mær vilt, tá ið slokna eg skal,
tú gavst mær títt lyfti, tað styrkir meg væl.
Ja, áðrenn eg spurdi, tú gavst hetta svar,
ver tryggur, eg verða skal verja hjá tær. (burtur)
Í lívinum helt tú teg trúfast til mín,
í deyðanum verði eg bjarganin tín. (burtur)
So troystarrík náði tín góð til mín røkk!
O, faðir, tær veri lov, prís og øll tøkk!
Hví hesar reglur eru lagdar burturúr, veit bert tann nevnd, sum gjørdi av, hvat
skuldi við í nýggju sálmabókina og í hvørjum hami.
Sambært Jákupi Reinert Hansen og Mikkjalsbók, so er funnin ein lepi við
hesum sálmi, har Mikkjal á Ryggi sjálvur greiðir frá, hví sálmurin varð yrktur,
og at júst hesar burturúrløgdu reglur vóru tað allarmest persónliga í hesum so
persónliga sálmi.
1...,44,45,46,47,48,49,50,51,52,53 55,56,57,58,59,60,61,62,63,64,...120
Powered by FlippingBook