45
Kap. 4 - Jødadómur
2000 árum síðani. Grikski keisarin Antiokus ráddi í landinum, og hevði givið
jødum forboð at tilbiðja Gud, tey skuldu tilbiðja hann ellar grikskar gudar í
staðin. Hetta beyð fólkinum ímóti, tí fyrsta boðið í lógini sigur jú, at tú mást
ikki hava aðrar gudar.
Ein bólkur av jødum gjørdi av at stríðast ímóti Antiokusi. Í loyndum gjørdu
teir ein uppreistrarher. Á odda í hesum stríði stóð Judas, ið eisini var kendur
sum Makkabearin, ið á hebraiskum máli merkir hamarin.
Stríðið vardi í trý ár. Tá eydnaðist Judasi og hjálparmonnum hansara at vinna
Jerúsalem og ikki minst templið aftur. Men Antiokus hevði roynt at gjørt alt
fyri at gera templið óegnað til gudsdýrkan. Hann hevði sett eina standmynd
upp og givið boð um, at hetta var gudurin, ið biðjast skuldi til. Tey, ið ikki
gjørdu eftir boðunum, vórðu illa viðfarin ella dripin.
Henda avgudadýrkan hevði “dálkað” templið, og nú mátti stórarbeiði gerast at
reinsa tað og gera tað heilagt aftur, so tað kundi nýtast til gudstænastur.
Tá ið uppruddingararbeiðið var av, varð tempullampan tendrað. Hetta var ein
serstøk lampa, ið altíð skuldi lýsa, men Antiokus hevði sløkt hana. Judas og
menn hansara mettu, at tað var bert so mikið av olju í lampuni, at hon kundi
lýsa eina nátt. Tað var eitt serligt slag av olju, ið nýtt varð, og tað fór at taka átta
dagar at fáa hesa olju til vega.
Men tá ið menninir átta dagar seinni komu aftur við oljuni, lýsti lampan við
sama lag. Hetta varð mett sum eitt undur og tekin um, at Gud gleddist saman
við fólkinum, at templið aftur varð tikið í nýtslu.
Orðið Chanukah merkir “at víga.” Templið varð vígt av nýggjum.
Dreidel
Meðan Chanukah er, verður ofta spælt eitt spæl, ið kallast Dreidel. Dreidel
er ein snurritoppur, upprunaliga við fýra síðum. Á hvørjari síðu stendur ein
bókstavur, sum er forbókstavurin í setninginum
Eitt stórt undur hendi
. Spælt
verður um okkurt søtmeti, rosinur, sjokulátu e.a.
Spælt verður eftir tørni, og til hvønn bókstavin er ein frágreiðing, ið sigur, hvat
ella hvussu nógv tú fært, ella um tú skalt lata nakað frá tær. Spælið er liðugt og
vinnarin funnin, tá ið tað síðsta søtmetið verður tikið.
Í sambandi við Chanukah verður nógvur matur tilgjørdur í olju fyri at minnast
tað, ið hendi í templinum, og tann serstaki Chanukaljósastakin verður settur í
vindeygað, so øll kunnu síggja hann.
Purim
Høgtíðin Purim er í februar-mars mánaði. Hebraiska orðið Purim merkir
lutakast ella at velja nakað av tilvild. Hetta vísir til tíðina undir persavaldinum,
ið vit lesa um í Esterarbók 3,7. Kongurin í Persia, nú Irak, giftist við Ester, ið
hann ikki visti var jødi. Men Ester fekk bjargað fólki sínum.