Kristni 7 - Lærarabók - page 44

44
komu tey umsíðir til tað lovaða landið. Sukkot er ein gleðiveitsla eftir tær
báðar heldur tungu og døpru Rush Hashanah og Yom Kippur høgtíðirnar.
Sukkot er eisini ein av teimum trimum sokallaðu pílagrímsveitslunum. Hinar
báðar eru Pesach og Shavuot. Hetta er tí, at meðan templið stóð, streymaðu
jødar til Jerúsalem hesar høgtíðir.
Sukkot er eisini ein heystveitsla. Í Ísrael er hon endin á heystingini. Eitt nú
verða vínber gjørd til rosinur ella vín, og olivinfruktin pressað til olju.
Orðið
Sukkot
merkir smátta. Nógv teirra byggja eisini smáar smáttur í urta­
garðinum ella á altanini til minnist um tær skirvisligu smátturnar, ið for­
fedrarnir máttu húsast í tey mongu árini úti í oyðimørkini. Vanliga seta tey
upp fýra træveggir og leggja hálm ella leyv á tekjuna. Tey skulu hava skugga,
men samstundis hava møguleika at síggja himmalin og hugsa um Gud og
hansara góðsku. Nógv eta allar máltíðirnar í smáttuni og bjóða eisini gestum
at vera við. Nøkur sova eisini í smáttuni hesa tíðina.
Sukkot í sýnagoguni
Ein serlig gudstænasta verður hildin í sambandi við Sukkot. Øll, ið eru við,
hava eitt bundi við greinum í høgru hond og eina cedrat, ið er ein frukt, ið
líkist sitrón, í vinstru hond. Undir gudstænastuni sveiggja tey upp og niður
við greinunum í tær fýra ættirnar, meðan sungið verður Hallel ella sálmavers.
Eisini ganga tey runt, sum í skrúðgongu, og syngja Hoshanotbønir, sum heita
á Gud um hjálp í øllum lívsins viðurskiftum. Við at sveiggja við greinunum
breiða tey vælsignilsi út til øll menniskju.
Tað eru fýra sløg av plantum í greinabundinum, og hvør planta ímyndar ein
likamslut, ið nýtast kann at lovprísa Gudi. Samstundis er hetta ein áminning
um at lovprísa Gudi við øllum likaminum.
• Lulaven, ella dadlipálmin, ímyndar ryggin og at gerast stórur og sterkur
• Aravot, ella pílatræið, ímyndar munnin og sanna talu
• Hadassim, ella myrta, ímyndar eyguni og klára sjón
• Cedrat-fruktin, ímyndar hjartað, fult av kærleika og blíðskapi
Simchat Tora
Hesin høgtíðsdagur er síðsti dagur í Sukkot. Navnið merkir
Tora gleðiveitsla
.
Hvørja viku verður í sýnagoguni, sabbatsdagin, lisið eitt brot úr Toraini.
Upplesturin byrjar av nýggjum henda dag og soleiðis gongur ár um ár. Hesin
dagur er eisini ein gleðidagur. Tora-rullurnar verða tiknar út úr
ørkini
og sjey
ferðir bornar runt í sýnagoguni. Hetta kallast Hakafot og merkir at ganga runt.
Tora-rullurnar verða bornar fremst í gonguni, meðan fólk syngja og dansa.
Børnini veittra við serligum Simchat Torafløggum og bera smáar Tora-rullur.
Tey renna eisini runt fyri at lofta søtmeti, ið foreldrini kasta. Søtmetið skal
minna á tað søta og góða, ið Torain boðar.
Chanukah
Í november-desember verður høgtíðin Chanukah hildin í átta dagar. Hon
verður hildin til minnis um eina hending, ið var í Jerúsalem fyri meira yvir
1...,34,35,36,37,38,39,40,41,42,43 45,46,47,48,49,50,51,52,53,54,...120
Powered by FlippingBook