35
UPPSKOT
Samandráttur
• Søgan um unga hermannin er helst frá 1778
• Hermenninir vóru staddir í Norðurafrika
• Tann ungi hermaðurin hevði eitt kortspæl í
staðin fyri Bíbliu og álmanakka
• Hermaðurin varð handtikin fyri at hava spælt
kort í kirkjuni
• Dómarin var sera fyrikomandi og fríkendi hann
Uppgávur
1. Setið tykkum í bólkar, 3-5 næmingar í hvørjum
bólki. Havið eitt kortspæl til hvønn bólkin. Ein
verður valdur til dómara og kann hyggja í bókina
og staðfesta, um rætt er svarað.
Kortini verða løgd á borðið við ranguni uppeftir.
Eftir tørni verða tvey kort vend. Hava kortini
ikki somu myndir, fær tann næsti møguleikan
at royna seg. Eru somu myndir á, t.d. tvey
tveyur ella tveir kongar, so skal viðkomandi siga,
hvat tveyuni ella kongurin minna okkum á eftir
tí, sum ungi hermaðurin greiddi frá. Um rætt
verður gitt, fær viðkomandi kortini í sín bunka
og heldur áfram at venda kortum. Verður ikki
gitt rætt, verða kortini vend við aftur og næsti
sleppur framat.
Spælið er liðugt, tá ið eingi kort eru eftir á
borðinum. Vinnari er tann, sum hevur flest
kort í sínum bunka. Stendur á jøvnum, kann
dómarin seta spurningar út frá álmanakkanum
hjá hermanninum. Tann, sum svarar oftast rætt,
hevur vunnið.
2. Tit kunnu eisini sjálv finna aðrar mátar at spæla
kortspælið hjá unga hermanninum.
Søgan um unga hermannin er fleiri ferðir fram-
førd. Tit kunnu fara á internetið at leita eftir
“Deck of Cards”.
3. Gerið eina føroyska framførslu.
Hvussu arbeiðast kann við 3. kapitli:
• Greiða næmingunum frá um kortspæl fyrr í tíðini
• Tosa um kortspøl í dag
• Tosa um fyrimunir og vansar við kortspæli
• Tosa um fyrimunir og vansar við spølum í síni
heild
• Tosa um tekningarnar á kortunum. Hví eru júst
hesar tekningar á kortunum?
• Tekna nýggjar myndir til kortini
Kapittul 3
Bíblian og
álmanakkin
hjá tí unga hermanninum