Kristni 7 - Lærarabók - page 27

27
Kap. 1 - Um Bíbliuna
Bókarullur
Tær “bøkur”, ið komu fram fyri meira enn 4-5000 árum síðani, líktust ikki
teimum, vit kenna í dag. Vit kunnu bera hesar bøkur saman við køksrullurnar,
vit nýta. Tær vóru tó væl hægri, og í báðum endum vóru heftir træstavir. Tá
ið lisið varð, varð rullað frá einum arki á annað. Hesar “bøkur” vóru nevndar
bókarullur. Í fyrstuni vórðu bókarullurnar gjørdar úr papýrus. Papýrus var ein
planta, ið vaks við Nilánna. Hon var fleiri metrar høg og líktist grasi. Egyptar
vóru teir fyrstu at skriva bøkur.
Tá ið plantan var heystað, varð mergurin tikin úr og skorin í tunnar álir. Hesar
álir vórðu bukaðar saman og límaðar. Síðani vórðu ørkini límað saman í langar
rullur.
Til skjals eru fleiri bókarullur, og nevnast kann, at onkur teirra er 20 metrar
long og hevur 110 ørk ella síður.
Bókarullurnar eru ikki so handigar sum bøkurnar, tí lættari er at blaða frá
fyrstu til síðstu síðu í eini bók enn at rulla allan vegin ígjøgnum. Hóast hetta,
so vóru papýrusrullurnar tað mest vanliga bókasniðið fram til um ár 350.
Bøkur
100-200 ár e.Kr. fóru rómverjar at gera bøkur, ið líktust teimum, vit kenna í
dag, og sum vóru lættari at handfara og blaða í. Eisini varð skrivað á báðum
síðum á bløðunum. Tað var nú ikki so vanligt, at skrivað varð á papýrus, men
heldur á pergament. Pergament varð framleitt úr skinnum, mest úr seyða­
skinni, kálvskinni ella geitarskinni. Fyrst varð ullin ella hárini tikin av og roðið
skavað tunt. Síðani varð tað lagt í kálkvatn fyri at fáa alt feitti av. Hareftir varð
roðið gníggjað inn í krit, og so hevði ein “eitt blað”, ið var sera væl egnað
at skriva á og harafturat haldbetri enn papýrus. Pergament varð uppfunnið í
Pergamon í Turkalandi, haðani navnið pergament.
Í fyrstuni vórðu eisini bókarullur framleiddar úr pergamenti, men skjótt varð
bókaframleiðslan tikin framum.
Pappír
Tá ið vit í dag skriva, nýta vit pappír. Kinverjar vóru fyrstir at gera pappír. Teir
nýttu bark av trøum og restir av bummullsklæði til hesa framleiðslu. Hetta var
um ár 100 e.Kr. Um ár 800 lærdu kinverjar arábar kynstrið at gera pappír, og
um ár 1200 lærdu arábar spaniólar at gera pappír.
Tann elsta pappírsmyllan í Italia er frá árinum 1276. Har vóru teir farnir at
nýta bummulsklæði og reip ella snøri til pappírsframleiðsluna.
Við tíðini fóru fólk heldur at nýta pappír enn pergament at skriva á, og pappír
gjørdist eisini bíligari.
1...,17,18,19,20,21,22,23,24,25,26 28,29,30,31,32,33,34,35,36,37,...120
Powered by FlippingBook