20
Gamla Testamenti
Orðið testamenti kemur av latínska orðinum “testamentum”, ið merkir
sáttmáli. Vit kenna eisini orðið frá tí at arva eitthvørt eftir eitt fólk. Tá er ofta
eitt testamenti skrivað, ið sigur, hvør arvurin er. Gamla Testamenti er sostatt
eitt savn av bókum ella skriftum, ið er latið okkum í arv.
Tað er torført at siga við vissu, hvussu gamlar bøkurnar í Gamla Testamenti
eru, men í fleiri bókum eru ábendingar um, at tær kunnu vera frá um ár
1100-1000 f.Kr. Áðrenn nakað hevur verið fest á blað, hava munnligu
frásagnirnar livað. Tí mugu vit helst enn longur aftur í tíðina og kunnu rokna
við, at tekstirnir í Gamla Testamenti vórðu til í tíðini 1300-150 f.Kr. Vit siga
eisini, at í Gamla Testamenti eru heilagu skriftirnar hjá jødum, og hesar, saman
við Nýggja Testamenti, eru heilagu skriftirnar hjá teimum kristnu.
Í árinum 90 e.Kr. varð á einum fundi í Jamnia í Palestina endaliga avgjørt,
hvørjar bøkur skuldu við í Gamla Testamenti. Tær bøkur, ið vórðu útvaldar,
gjørdust heilagar og bindandi fyri jødar, kanóniskar bøkur. Hetta eru tær
bøkur, sum fornkirkjan viðurkendi sum heilagar.
Her kemur eitt yvirlit yvir bøkurnar í Gamla Testamenti og nøkur dømi um,
hvat vit kunnu lesa í teimum ymsu bókunum.
Tær 39 bøkurnar í Gamla Testamenti eru:
5 Mósebøkur
Í fyrstu Mósebók lesa vit um skapanina, Syndafallið, Káin og Ábel, Set og
Enok, Syndaflóðina, Bábelstornið, Ábraham og Sáru, Hágar og Ísmael, Ísak og
Rebekku, Jákup og báðar konur hansara, Leu og Rakul. Jákup átti 12 synir, teir
vóru: Ruben, Símeon, Levi, Júda, Dán, Naftali, Gád, Ásjer, Issakar, Zebulon,
Jósef og Benjamin, og dóttir hansara æt Dina. Mest lesa vit um Jósef, og 1.
Mósebók endar við deyða hansara.
Hinar fýra Mósebøkurnar greiða frá søgu ísraelsmanna, frá Móses verður
føddur, til hann doyr.
Vit lesa um stríðið, Móses hevði við at fáa fólkið úr trældóminum í Egypta-
landi, um ferðina gjøgnum oyðimørkina, Tey tíggju boðini og aðrar lógir, ið
Móses skrivaði niður, t.d. um tjaldtemplið, tempulgudstænastuna, høgtíðir og
halgidagar.
5. Mósebók endar, tá ið ísraelsmenn standa við ánna Jordan og síggja inn í
lovaða landið. Áðrenn Móses doyr, setur hann Jósva sum eftirmann sín.
Jósvabók
Jósvabók sigur frá Jósva, sum sendi tveir njósnarar inn í Kánaanland, og
hvussu tað eydnaðist ísraelsmonnum at taka landið og býta tað millum tær
12 ættirnar. Í staðin fyri eitt ávíst øki fingu levitarnir 48 borgir ymsastaðni í
landinum. Harafturat fingu ættirnar eftir teir báðar synirnar hjá Jósefi, Efraim
og Manasse, hvør sín part av landinum.