Page 10 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
1. Mós 1,31. Ætlanin er, at næmingurin skal hóma tað skapta,
frá túninum og upp í stjørnuhválvið, og vera settur yvir fyri
spurninginum, um alt støðugt er sera gott í dag, eins og Gud
helt tað vera í fyrstuni. Um ikki, kann menniskjan so bøta um
støðuna, og hevur hon ábyrgd fyri skaparaverkinum?
Í Bíbliuni lesa vit, at menniskjan var krúnan á skaparaverki­
num, og at hon tí hevur ábyrgd fyri tí skapta – sí Sálm 8.
Evnið kann lættliga gerast ov tíðarkrevjandi. Lærarin ræður
sjálvur fyri, hvussu nógv hann ger við teir einstøku kapitlar­
nar, men havast skal í huga, at tað eru 14 kapitlar í næminga­
bókini.
Heimbygdin bls. 10
Byrjað verður í túninum, har næmingurin minnist síni fyrstu
barnaár. Haðan verður farið til bygdir og býir í Føroyum og
seinni út í heim og alheim.
Hugskot
Vís náttúrumyndir av heimstaðnum
Fá staðarkend fólk inn í skúlastovuna at greiða frá
heimstaðnum hjá næmingunum.
Brúka myndir á internetinum, privatar myndir ella flms-
brot sum lýsa skapanina
Aktivitetir
Næmingarnir siga frá áhugaverdum ella stuttligum
hendingum um gerandisdagin í heimbygdini.
Næmingarnir vísa myndir av heimbygdini, teir sjálvir hava
tikið.
Samrøðan
Tosið um, hvør munurin er millum eitt hús og eitt heim. Eru
tað karmarnir, húsini sjálv, ella innihaldið, kærleiki og trygg­
leiki innanveggja, ið gera eitt heim? Hví hava vit brúk fyri
at kalla nakað heim okkara? Kunnu vit skifta bústað og kalla
hann okkara nýggja heim? Um so er, hví? Flestu dáma at kom
heimaftur eftir ein túr t.d. uttanlanda. Hví er tað so? Her kundi
eisini verið tosað um tørvspyramiduna hjá Abraham Maslow,
sum í stuttum er lýst í føroysku alfrøðini á netinum, Wiki­
pedia.
Arbeiðsbókin
Næmingurin teknar nakrar tekningar frá heimstaðnum, bls. 3.
Føroyar bls. 11
Føroyar verða lýstar tær ymsu árstíðirnar. Vit eiga hópin av
fosturlandssangum, ið lýsa landið.
Hugskot
Tosið um upplýsingarnar í faktakassanum á síðuni.
Tosið um áhugaverd støð, tit hava vitjað í Føroyum og um
støð, har eingin í fokkinum hevur vitjað.
1. Skapanarverkið og eg
10
Kristni 5 • Lærarabók