•
Á Snar.fo er ein ikon, ið eitur “Myndasavn”. Her er hópur
av myndum úr Føroyum.
(Beinleiðis slóð: http://myndasavn.skulin.fo)
•
Hyggið at heimasíðu, ið vísir vegir og hús kring Føroyar:
www.kortal.fo
•
Nýtið “Google Earth,” ið kann verða tikið niður av
netinum ókeypis. Finnið Føroyar og heimstaðið.
Aktivitetir
•
Být næmingarnar í bólkar. Latið teir gera hvør sín flm ella
myndrøð um Føroya náttúru.
Samrøðan
Tosið um vakurleika. Tað er óivað ymiskt, hvat næmingarnir
halda vera vakurt í náttúruni ella bygdini. Hetta kann vera
áhugavert at práta um.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir skriva nøkur dømi, hvat eyðkennir Føroyar, bls.
4.
Tjóðsangurin bls. 12
Símun av Skarði (18721842) yrkti tjóðsang okkara, ið kom á
prent á fyrsta sinni í 1908. Lagið eigur tónaskaldið Petur Alberg
(18851940).
Tað var fámjiningurin, Jens Olivur Lisberg , ið evnaði tað
føroyska faggið, Merkið, í Keypmannahavn í 1919. Hetta var
tó ikki viðurkent sum tjóðarmerki fyrr enn 25. apríl 1940 av
bretska hersetingarvaldinum. Flaggið hevur stóran týdning
sum partur av føroyska samleikanum. Síðan 1947 hevur 25.
apríl verið hildin sum føroyskur faggdagur. Skúlabørnini
hava frí hendan dagin, og faggdagshald verða hildin víða um
landið. Tá ið heimastýri varð sett á stovn í 1948, varð Merkið
endaliga viðurkent av dønum sum tjóðarfagg okkara.
Hugskot
•
Tosa við næmingarnar um tjóðskap. Hvat er tjóð-
skaparkensla og hví hava vit ein tjóðsang? Samtalið um
týdningin av einum faggi og eini felags mentan.
•
Tosið um innihaldið í tjóðsanginum, syngið hann og lærið
tykkum hann uttanat veri tað seg í kristni ella t.d. føroysk-
um.
•
Syngið tjóðsangirnar hjá grannalondum okkara.
•
Syngið faggsangin: “Sjá tú blánar” – sum Hans A. Djur-
huus (1883-1951) yrkti í 1920 við kenda lagnum hjá
Gunnari Mikkelsen.
•
Tosið um, hvør munurin er á sálmi, sangi og fosturlands-
sangi.
Aktivitetir
•
Bið næmingarnar yrkja eitt ørindi í part um føroysku
náttúruna ella být upp í bólkar. Til ber at bera upp á rím
ella ikki.
1. Skapanarverkið og eg
11
Kristni 5 • Lærarabók