Page 12 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Samrøðan
Tað liggur í orðinum, at fosturlandssangir snúgva seg um
fosturlandið, føroysku náttúruna og fólkið, ið her býr. Vit eiga
feiri hundrað fosturlandssangir, bæði eldri og nýggjari. Ein
stórur partur er í Songbók Føroya fólks.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir fnna røttu endingarnar til nakrar reglur í tjóð­
sanginum, bls. 5.
Føroyar í myndum bls. 13
Myndir kunnu siga meira enn mong orð, verður sagt. Tað
kunnu vit vera samd um. Ein fotomynd av onkrum, tú eigur
kært, kann ikki verða skift um við mong orð, ið ætla at siga frá
tí sama.
Hugskot
Finnið myndir á netinum av dýrum og náttúru í Føroyum.
Fleiri og feiri heimasíður koma við slíkum myndum.
Á Snar.fo er ein ikon, ið verður nevnd Fuglar. Her eru bæði
upplýsingar, flmsbrot og ljóðbrot at heinta.
Aktivitetir
Gerið eina kapping í fokkinum, hvør kann taka tað
vakrastu náttúrumyndina. Lærarin, ella næmingar og
lærarar uttan fyri fokkin, eru dómarar.
Samrøðan
Samrøðan tekur støði í myndunum á síðuni. Her er nógv at
tosa um. Nógvar myndir snúgva seg um føroyska mentan. Her
kann vera eitt hugskot at tosa um, hvat mentan er. Fuglar og
dýr eru eisini við. Vit hava ofta eina felags áskoðan á, hvat
vakurleiki er, men tað er langt frá altíð, at so er.
Hvat er eitt vakurt fólk, ein vakur bilur, vøkur klæði?
Hvør avger, at nakað er vakurt?
Nær er nakað vakurt?
Nær er nakað ljótt ella mishátt?
Niðan á tindin bls. 14
Ætlanin við søguni er at fáa næmingarnar at hugsa um ta
heimligu náttúruna.
Søgan vísir á ta stórbæru náttúru vit eiga og sum vit gera
rætt í at vitja. Náttúran eigur nakað, sum tøknin ikki eigur og
øvugt. Tó kunnu hesi fínt sameinast, tá ið tú tekur myndir frá
einum túri og aftaná situr spentur og hyggur at teimum.
Hugskot
Spyr næmingarnar, hvussu nógvar fjallatindar teir hava
vitjað, og um teir hava tikið myndir frá hesum túrum, ið
teir kunnu vísa fokkinum.
Hyggið í Føroyakortið í atlasinum “Heimurin – atlas til
heim og skúla” (Nám 2013) og kannið eftir, hvussu til ber
1. Skapanarverkið og eg
12
Kristni 5 • Lærarabók