Page 13 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
at ganga upp á ávísar tindar og fjøll í Føroyum.
Gangið ein túr niðan á ein tind nærindis ella fjart frá
heimstaðnum. Takið myndir og tosið um túrin aftaná.
Samrøðan
Her verður komið inn á tøknina. Ber til at uppliva náttúruna
gjøgnum ein telduskíggja? Svarið er nei, hóast til ber at síggja
vakrar myndir og flmar av náttúruni her. Lat næmingarnar
greiða frá, hvat teimum dáma í náttúruni.
Hava teir onkra uppliving, ið teir kunnu siga hinum
næmingunum frá? Spyr um neyðugt hv­spurningar: hvar,
hvat, hvørjum, hvussu og nær, so ein gjøllari frágreiðing fæst.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir tekna tað, ið teir ímynda sær, at Livar og Elsa sóu
uppi á tindinum, bls. 6.
Morgunsólin rísur og
We are the World bls. 15
Michael Jackson og Lionel Richie gjørdu sangin
“We are the
world”
í 1985 í sambandi við eitt stórt átak við feiri kendum
angstjørnum at stuðla neyðhjálp til Afrika. Boðskapurin í
báðum sangunum er næstakærleiki.
Samrøðan
Tosið um húðarlit og um ymiskleikan og líkleikan hjá menn­
iskj­um. At vit eru brøður og systrar, at vit skulu virða øll sama
hvør ið húðarliturin, átrúnaðurin, tjóðskapurin o.s.fr. er. At
jørðin er ætlað okkum øllum, og at eingin hevur betri rætt til
hana enn ein annar.
Okkara jørð bls. 16
Vit eru farin úr túninum, har barnið vaks upp, í útheimin.
Næmingurin fær eina fatan av, at Føroyar eru ein partur av
okk­ara fjølbroyttu jørð.
Hugskot
Hav ein globus hjá tær ella eitt heimskort frammi, meðan
tú tosar.
Samtalið um altjóðagerð.
Greið næmingunum frá hvaðan vit fáa festu av okkara
mongu innfuttu vørum.
Syngið sangir úr ymsum londum. Næmingarnir eru so
smátt farnir at syngja á enskum. Annars eru nógvir sangir
úr ymsum londum týddir til føroyskt. Sí t.d. sangbøkurnar:
“100 sangir” og “Heiðaljóð 125 sangir,” ið Føroya Skúla-
bókagrunnur hevur givið út. Andreas Andreasen skipaði og
legði til rættis.
1. Skapanarverkið og eg
13
Kristni 5 • Lærarabók