Page 14 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Heimurin í myndum
bls. 17
Myndir av kendum bygningum og standmyndum eru á síðuni.
Heimsins 7 undurverk:
Zeus standmyndin í Olympia.
Artemistemplið í Efesus
Halikarnassos Gravtemplið
Kolossurin á Rhodos
Vitaverkið við Alexandria
Keopspyramidan í Egyptalandi
Uppbygdu vakstrargarðarnir í Bábylon
Av hesum er bara Keopspýramidan til á okkara døgum. Á inter­
netinum ber til at síggja, nær hesir bygningar vórðu bygdir og
nær teir gingu til grundar.
Av øðrum stórum og kendum bygningum ella standmynd­
um kunnu nevnast:
Kinesiski múrurin
Fornaldarbýurin Petra í Jordan
Kristusmyndin í Rio de Janeiro í Brasil
Machu Picchu toftirnar í Peru
Chichen Itza - Mayatoftir í Meksiko
Colosseum í Róm
Taj Mahal gravtemplið í India
Ankor Wat í Kambodja.
Hugskot
Tosið um heimsins sjey undurverk og um kendar
bygningar í okkara tíð. Finn myndir á Google ella flmar á
Youtube.
Nýt
“Heimurin – atlas til heim og skúla”
(Nám 2013) ella
Google Earth at leita eftir heimspørtum v.m.
Samrøðan
Tosið um myndirnar á bls. 17 í næmingabókini. Hvørji støð
kundu næmingarnir hugsað sær at vitjað? Hví? Hvar hava teir
verið og hvat hava teir sæð í øðrum londum?
Arbeiðsbókin
Næmingarnir skulu seta striku millum navn og rætta mynd av
kendum nútíðar bygningsverki, bls. 7.
Alheimurin bls. 18 og 19
Á síðu 18 er brot úr sanginum:
“Eg vil telja stjørnurnar”
.
Allur sangurin er aftast í hesi lærarabók.
Hugskot
Syngið sangin:
“Ja, um eg slapp á mánan”
, sí aftast í hesi
lærarabók.
Samtalið um sólina, gongustjørnurnar, Vetrarbreytina og
tær milliardir av stjørnubreytum, ið eru uttan fyri okkara
stjørnubreyt.
Hyggið at stjørnum við forritinum Google Earth. Vel
1. Skapanarverkið og eg
14
Kristni 5 • Lærarabók