“View”, “Explore” og “Sky”.
•
Tosið um, hvussu lítil heimurin er samanborin við al-
heimin.
•
Lesið “Visti tú?” kassan á s. 19, og tosið um fjølbroytta
lívið í heiminum.
Aktivitetir
Bið næmingarnar hyggja út í rúmdina eitt stjørnuklárt kvøld
og seinni greiða frá, hvør kensla stakst upp í teimum, meðan
teir hugdu. Lærarin kann eisini læra teir at fnna Norðstjørn
una og at skyna á ymiskum stjørnumerkjum, t.d. Kalsvognin
um, Cassiopeia ella Tvíburunum. Í bókini “Rúmdin” (Nám
2013) er nógv føroyskt tilfar um stjørnumyndir.
Míni kelidýr bls. 20
Hugskot
•
Tosið um søgurnar.
•
Tosið um hvussu tað kenst tá eitt kelidýr doyr.
•
Hava næmingarnir líknandi søgur at siga frá?
Aktivitetir
•
Næmingarnir skriva søgur um teirra kelidýr.
•
Næmingarnir vísa myndir av teirra kelidýrum.
Kettlingarnir úr Havnardali bls. 21
Í Sálmi 8 lesa vit, at Gud setti menniskjuni at ráða yvir skapan
arverkinum. Tað eru feiri náttúruverndarfelagsskapir um
heimin, ið vilja verja náttúruna, dýraverndarfelagsskapir, eisini
í Føroyum. Djóraverndarfelagið í Føroyum vil, sum orðið sigur,
verja dýrini. Vit hava skyldu at boða frá, um vit síggja dýr
verða misrøkt og pínd.
Hugskot
•
Kenna næmingarnir dømi um dýrapínslu? Er grindadráp
og slátur av seyði djórapínsla? Hvar gongur markið?
•
Hyggið at reglum, ið umtala, hvussu farast skal fram undir
slátri av seyði, neytum og grindahvali.
•
Setið tykkum í samband við Djóraverndarfelagið og biðið
tey koma á gátt at greiða tykkum frá arbeiði teirra.
Fyrireika næmingarnar við spurningum, teir kunnu seta.
Samrøða 1
Her er gott høvi at tosa um, hvør í fokkinum eigur kelidýr.
Hvat krevst at eiga eitt kelidýr? Hví skulu vit vera góð við
dýrini?
Samrøða 2
Hyggið at myndunum á síðuni. Hvat er eitt gott kelidýr?
Hvussu við slangum, eiturkoppum ella fýrbeinum.
Arbeiðsbókin
Næmingarnir fnna tríggjar fotomyndir av kelidýrum hjá sær
sjálvum ella øðrum og líma tær á síðuna, bls. 9. Uppgávan bls.
8 er at fnna ymisk sløg av livandi dýrum og at fokka tey.
1. Skapanarverkið og eg
15
Kristni 5 • Lærarabók