Page 16 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Náttúruríkidømi bls. 22
Í Edens urtagarði vóru alskyns trø, ið bóru frukt. Náttúran
hevur nóg mikið til, at vit øll kunnu gerast mett, um væl
verður farið um.
Nortið verður við ríkidømi í jørð og undirgrund.
Hugskot
Prátið saman um, hvaðan tilfarið kemur til m.a. hús, bilar,
teldur og bløð.
Aktivitetir
Flokkurin savnar steinar og fnnur heitið.
Syngið sálmin: Upp alt, ið Harrin hevur gjørt (sí sálma-
yvirlitið til kap.). Eitt ørindi er: Og gingu kongar fram
á rað/og vístu megi mesta,/ teir megnaðu ei minsta blað/ á
notulegg at festa. Tað ber til at festa bløð á plantuvøkstur,
men ber til at skapa lív?
Samrøðan
Allur matur, vit eta, er frá náttúruni so ella so. Sama við tí ma­
teriella.
At fara væl um
í náttúruni bls. 23
Her verður komið nærri inn á, at tað er ikki líka mikið, hvussu
vit fara um náttúruna.
Tað er skjótt at órudda. Tíbetur hava vit skipanir, sum bøta
um hetta. Øll hava skyldu at halda náttúruna reina, so tað
verður liviligt hjá øllum at ferðast í henni.
Hugskot
Samtalið um, hvat dálking er. Hví dálka vit, og hví skulu
vit ikki dálka?
Næmingarnir skulu vita, at hvør einstakur kann vera við at
halda náttúruna reina. Vit hava ábyrgd av náttúruni.
Ber til at dálka seg sjálvan? Tosið um sigarettir, vandamikil
evni og slíkt, ið tú kanst anda í teg. Hvussu er luftin í
nógvum stórum býum?
Aktivitetir
Gerið ein felags ruddingardag saman við fokkinum ella
skúlanum.
1. Skapanarverkið og eg
Kristni 5 • Lærarabók
16