Eingin vøkur sjón bls. 24
Nógv burturkast, ið m.a. skip hava kastað fyri borð, liggur fram
við strendur okkara.
Rustað bilvrak og aðrir brúktir lutir liggja og sløðast ymsa
staðni, har tey ikki áttu at verið.
Hugskot
•
Dálking skaðar bæði vatn, sjógv og luft. Tosið um hesi
viðurskifti.
•
Farið ein túr oman í fjøruna, takið myndir ella flm, og leg
gið merki til, um nógv burturkast er skolað uppá land.
Hvat slag er av burturkasti?
•
Gerið ein flm um burturkast.
Samrøðan
Næmingarnir tosa um tað, teir síggja á myndunum. Hava
næmingarnir sæð burturkast í heimbygdini ella aðrastaðni?
Dálking hevur
avleiðingar bls. 25
Tekningin er íblást av listaverki hjá Ole Wich, ið sýndi, hvat
fer at henda, um allur ísurin á Grønlandi bráðnar. Vatnstøðan
hækkar 7 metrar við vanlukkuligum avleiðingum fyri mong
øki í heiminum. Her sæst, hvussu hetta hevði rakt Tinganes.
Hyggið eftir korti av Íshavinum á bls. 64 í “Heimsatlas”
(Føroya Skúlabókagrunnur 1993) og á bls 164 í “Heimurin –
atlas til heim og skúla” (Nám 2013).
Samrøðan hjá Elsu og Livar í skúlanum umrøður spurnin
gin, hvørja avleiðing tað fær, tá ið vit fara illa um náttúruna og
hitt livandi. Evnið skal leggjast fram soleiðis, at næmingurin
skilur, at hann er partur av hesum, og at hvør einstakur hevur
ábyrgd av náttúruni.
Hugskot
•
Hvat høvdu næmingarnir sagt ella spurt læraran í søguni á
s. 25?
•
Hvussu man heimurin fara at vera um 50, 100 ella 1000
ár?
Aktivitetir
•
Gerið leik um Elsu og Livar í skúlanum.
Hundurin og skuggi
hansara bls. 26
Mangan verður sagt, at tey, ið eiga nógv, vilja hava meira.
Meira vil hava meira.
Mótsetningurin til hetta er at vera nøgdur.
Bíblian sigur:
1. Skapanarverkið og eg
17
Kristni 5 • Lærarabók