Page 18 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
“... peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er,”
1. Tim 6,10.
“...gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur.”
1. Tim 6,6.
“Takkið í øllum førum.”
1. Tess 5,18.
Esops dømi eru elligomul – tey eru søgd fyri uml. 550 f. Kr.
Tey festu eru um dýr, og hvussu tey bera seg at. Jákup Dahl
týddi “Esops dømi” til føroyskt – bókin er 92 síðir.
Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1988.
Hugskot
Tosið um myndamál. Komið við dømum.
Lesið feiri søgur úr Esops dømi og tosið um tær.
Samrøðan
Summi hungra, meðan onnur doyggja av ovurfti. Stórur
munur er á ríkum og fátækum londum hvat viðvíkur livi­
aldri, útbúgving o.s.fr. At fara væl um náttúruna er t.d. at nýta
rávøru umaftur og at brúka grøna orku. Her kann samskiftið
fara inn á CO2-útlát, osonlag, veðurlagsbroytingar, vatnstøðu
v.m.
Umhvørvisvernd bls. 27
Á bls. 21 var evnið djóravernd umrøtt – her er tað umhvørvis­
vernd. Eins og vit hava ábyrgd fyri tí livandi, hava vit tað
eisini fyri náttúruni.
Hugskot
Fáið fólk úr umhvørvisverndarfelagskapi á gátt at tosa um
teirra arbeiði.
Aktivitetir
Hvør næmingur plantar einhvønn vøkstur í skúlastovuni í
ein urtapott.
Uppgávan er at fara væl um og fáa plantuna at spíra og
grógva.
Samrøðan
Gud segði, eftir at hann hevði skapað, at alt var “sera gott.”
Hetta var áðrenn syndafallið. Spurningurin er, um alt er sera
gott í dag? Tað er skjótt at koma til ta niðurstøðu, at tað er tað
ikki. Nógv kundi verið betri. Men heldur enn at stara at
trupuleikanum, ber til at hyggja frameftir, bøta um og læra av
feilum.
Arbeiðsbók
Næmingarnir skriva søgur, uppgáva 8. Somuleiðis skriva teir
hvussu dýrini í uppgávu 9 skulu hjálpast. Í uppgávu 10 skriva
teir ein lista við hugskotum um hvussu bøtast kann um livikor
og umhvørvið.
1. Skapanarverkið og eg
18
Kristni 5 • Lærarabók