Vit hava lært:
•
Skapanarverkið fevnir um bæði náttúruna
sjálva og alt livandi, og vit eiga at varða av
landi okkara.
•
Dýr – í hesum føri kelidýr – kunnu gleða
okkum, og vit eiga at ansa væl eftir teimum.
•
Stórt náttúruríkidømi er í jørðini og í tí, ið
veksur. Vit nýta hetta til ymsa framleiðslu.
•
Í 1. Mósebók stendur, at Gud skapti alt í
seks dagar. Hann hugdi at øllum, sum hann
hevði gjørt, og sá, at tað var ógvuliga gott.
Dálking og ovurnýtsla kunnu oyða henda
góða heimin.
•
Dálkingin rakar øll í heiminum.
1. Skapanarverkið og eg
19
Kristni 5 • Lærarabók