Sálmagreining
Olivia W. Hansen hevur ein frymil til sálmagreining í “Sálmar
til fólkaskúlan” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008), ið er pdf
skjal á Snar, til miðdeild og framhaldsdeild, við læraravegleið
ing. Havast skal í huga, at hetta er ein frymil, og tað ikki altíð
ber til at svara øllum spurningunum, sum verða settir í frymli
num.
1. Les sálmin feiri ferðir.
2. Slá torfør orð upp í orðabókini.
3. Hvussu eitur sálmurin?
4. Nær er sálmurin yrktur?
5. Hvør hevur yrkt sálmin?
6. Er talan um ein upprunasálm?
7. Er talan um týddan ella umyrktan sálm, hvør er so týðarin
ella yrkjarin?
8. Hvør hevur gjørt lagið?
9. Nær er lagið gjørt?
10. Kunnu feiri løg verða nýtt til sálmin? Um ja, hvørji?
11. Hvat snýr sálmurin seg um? Skriva ein stuttan samandrátt
av sálminum ella tíggju lyklaorð í sálminum.
12. Skriva nøkur fá orð, um hvat kemur tær í huga, tá ið tú
lesur ella syngur sálmin.
13. Í hvønn mun er samsvar millum heiti á sálminum (fyrstu
reglu í sálminum) og innihaldið?
14. Hvat ella hvørji ørindi hava mestan týdning í sálminum?
15. Hvat slag av sálmi er hetta?
a) Ein bíbilskur sálmur
b) Ein sálmur, sum lýsir eitt ávíst huglag
c) Ein hátíðar sálmur
d) Ein sálmur til eitt ávíst høvi – tilburðarsálmur
e) Finnur tú feiri av nevndu eyðkennunum í sálminum?
16. Hvørji rím eru í sálminum?
17. Kann sálmurin býtast í partar?
18. Hvussu dámar tær sálmin? Grunda svarið.
Fylgiskjøl
Kristni 5 • Lærarabók
117