Page 116 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Meira um Ábraham
Egyptar síggja Sáru
Ábraham futti so við og við suðureftir. Einaferð hallár var í
landinum, fór Ábraham til Egyptalands.
Men áðrenn ávaraði hann Sáru og segði, at av tí at hon var
ein vøkur kvinna, so fóru egyptar at leggja merki til hana. Av
ótta fyri lívi sínum, bað hann hana siga, at hon var systir hans­
ara, um teir spurdu.
Egyptar sóu, hvør frálíka vøkur hon var. Høvdingarnir hjá
Fárao róstu henni fyri honum. Og soleiðis bar tað á, at Sára
varð futt inn í hús hansara.
Men Fárao gjørdi væl við Ábraham hennara vegna og gav
honum seyð og stórdýr umframt trælir.
Men Gud læt ringar plágur ganga í húsi hansara. Tá skilti
Fárao, at hetta var vegna Sáru. Hann sendi tí boð eftir Ábra­
hami og spurdi, hví hann ikki hevði sagt, at Sára var kona
hansara?
Fárao bað hann fara avstað við konu síni og bað menn sínar
fylgja teimum á leið til Kánansland.
Ábraham var nú ein ríkur maður og átti almikið eisini í gulli
og silvuri.
Fylgiskjøl
116
Kristni 5 • Lærarabók