Page 115 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
boðberin segði frá, at grannafólkið hevði dripið allar tænarar
hansara og stolið kamelarnar.
Job hoyrdi hetta, men bannaði ikki Gud.
Onnur royndin
Job skuldi gjøgnum enn eina roynslu. Sátan fekk hesa ferð
loyvi at nerta likam hansara. Men Gud vildi ikki, at hann
skuldi nerta lív hansara.
Job gjørdist spitalskur frá høvur til tá. Men støðugt segði
hann einki øvugt orð um tað, ið hevði rakt hann.
Kona hansara bað hann banna Gud. Men Job bað hana ikki
tala soleiðis. Hann spurdi hana, um vit einans skulu taka móti
tí góða og ikki tí ringa frá Gudi.
Nakrar dagar seinni komu tríggir av bestu vinum Jobs at
vitja hann. Teir høvdu hoyrt, hvat var hent. Teir tóku hjarta­
liga synd í honum. Teir syrgdu í nakrar dagar og byrjaðu so at
tosa.
Vinirnir søgdu við hann, at Gud átti skyldina fyri tað, ið
hent var honum. Hóast hann var gudsóttandi, so hevði Gud
revsað hann. Teir bóðu hann um at banna Gud fyri vanlukk­u­
na, ið hend var.
Men Job segði einki og takkaði bara Gudi fyri alt. Hann
segði, at Gud visti, hvat hann gjørdi. Job hugsaði, at óivað
hevði hann syndað, tá hann var revsaður soleiðis.
Óansæð hvat vinir hansara søgdu, so vardi Job altíð Gud. Í
veruleikanum vóru tað vinir hansara, ið syndaðu við at tala
ímóti Gudi.
Job vælsignaður
Síðan vælsignaði Gud Job. Job gjørdist frískur aftur. Gud gav
honum tað dupulta, ið hann hevði átt áður. Hann átti feiri
neyt og meira jørð enn áður.
Hann fekk uppaftur sjey synir og tríggjar døtur.
Hann gjørdist ein ógvuliga gamal og eydnusamur maður.
Jobsbók
Fylgiskjøl
Kristni 5 • Lærarabók
115