Bíbilskar frásagnir um
líðingar
Káin og Ábel
Fyrst í Bíbliuni lesa vit um Káin og Ábel. Teir vóru synir Ádams
og Evu.
Ábel var seyðamaður, og Káin dyrkaði jørðina.
Ein dagin vóru teir úti og ofraðu til Gud, men Gudi dámdi
betur offurgávuna hjá Ábeli.
Tá gjørdist Káin illur og fyrsti bardagin í heiminum er um
at byrja. Ein dagin teir vóru úti í bønum legði Káin hond á
bróður sín og drap hann.
Gud spurdi hann:
– Hvar er Ábel, bróðir tín?
Káin svaraði:
– Tað veit eg ikki. Eigi eg at ansa eftir bróður mínum?
Gud svaraði honum, at afturfyri misgerð hansara skuldi lívið
ikki gerast lætt hjá honum. Jørðin skuldi onga frukt geva, og
hann skuldi fjakka higar og hagar.
Káin bað Gud náða seg. Gud setti merki á Káin, so ikki ein
hvør kundi drepa hann.
Mós 4,1-16
Samrøða
Hvørji boð breyt Káin?
Um Job
Job búði í Uz-landi. Hann var ein gudsóttandi og rættvísur
maður. Gud vælsignaði hann ríkiliga.
Hann átti sjey synir og tríggjar døtur. Og so átti hann nógva
jørð. Hann hevði nóg mikið av seyði, neytum og kamelum.
Ein dagin komu einglarnir fram fyri Gud. Sátan kom eisini.
Gud segði Sátani um Job: Eingin var hansara líki á jørðini. So
sakleysur og rættiligur maður.
Sátan svaraði, at Gud hevði vælsignað Job við øllum. Tað
var orsøkin til hansara Gudsótta. Hann bað Gud um at taka alt
frá Job. Tá vildi hann óivað banna Gud.
Fyrsta royndin
Gud læt Sátan sleppa at royna Job. Men hann slapp ikki at
nerta hann.
Ein dagin fngu synir og døtur hansara sær eina máltíð hjá
elsta soni hansara. Tá kom ein boðberi og segði Job, at húsið
var dottið niður. Øll børn hansara vóru deyð.
Ein annar greiddi frá, at allir seyðir og neyt hansara vóru
stolin. Ein triðji kom og segði, at kornið var brent. Seinasti
Fylgiskjøl
114
Kristni 5 • Lærarabók