Page 113 - 20130409 Kristni 5 Lærarabók

This is a SEO version of 20130409 Kristni 5 Lærarabók. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Fylgiskjøl
Fylgiskjøl
3 søgur um børn í Føroyum, ið ikki hava tað gott.
Alkoholtrupulleikar
Pápi drekkur.
Hann hevur mist arbeiðið.
Mamma má arbeiða nógv meira, enn hon plagdi.
Eg eri ofta bangin fyri honum.
Tað havi eg verið í trý ár.
Eg vildi ynskt, at hann fór at leggja av at drekka.
Men hann vil ikki.
Mamman sjúk
Seinastu tvey árini hevur mamma verið sjúk.
Ikki rættuliga sjúk.
Hon hevur verið sjúk í høvdinum.
Hon kann bráddliga gerast frá sær sjálvari.
Pápi sigur, at hon er sálarliga sjúk.
Eg eri ræðuliga kedd.
Hetta er komið hetta seinasta árið.
Eg veit ikki, hvat eg skal gera?
Foreldrini skiljast
Mamma og pápi skulu skiljast.
Tey hava skeldast nógv.
Kanska eru tey ikki góð við hvørt annað.
Eg haldi, at eg eri orsøkin.
Men tey siga bæði, at tey elska meg.
Eg hugsi so nógv um hetta.
Kristni 5 • Lærarabók
113