Vit hava lært:
•
Í Sálmunum í Gamla testamenti eru nevnd
feiri ljóðføri at spæla fyri Gudi við. Dávid
kongur spældi á harpu og yrkti sálmar.
•
Gregor pávi, ið livdi í 6. øld, innførdi
gregorianskan sang í katólsku kirkjuni, ið ber
navni av honum. Hetta er ein tann elsti
sangur í okkara parti av heiminum.
•
Tónleikarin og lagasmiðurin Johann
Sebastian Bach hevur gjørt feiri av kendastu
kirkjuligu kórverkunum í heiminum.
•
Svørtu trælirnir, ið komu úr Afrika til
Amerika, sungu negro spirituals. Nógvir tílíkir
sangir snúgva seg um frælsi.
•
Í Afrika er vanligt, at trummur og onnur
ljóðføri verða nýtt undir gudstænastuni.
Í ortodoksu kirkjuni nýta tey ikki ljóðføri.
•
Í dag fnna vit nógv sløg av kristnum
tónleiki, t.d. country- og rokktónleikur.
•
Kirkjufaðirin og presturin Luther yrkti sálmar.
Hann vildi, at kirkjufólkið skuldi syngja
við undir gudstænastuni. Hetta gera vit enn á
døgum.
•
Kingosangur var sungin í kirkjuni í Føroyum
í uml. tríggjar øldir. Tjørnuvíkingar duga at
syngja feiri av hesum sálmum.
•
Í dag er vanligt, at kirkjuurgan leiðir
sálmasangin. Men soleiðis hevur tað bara
verið í uml. eina øld.
14. Kristni sangurin
112
Kristni 5 • Lærarabók